Níggju fyritøkur á føroyskum landabási á fiskavørumessuni í Barcelona í apríl

31. januar. 2022 | Tíðindi | Samhandil

Eftir at heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global, hevur verið avlýst í tvey fylgjandi ár orsakað av Covid-19, verður messan nú aftur hildin í døgunum 26.-28. apríl. Avtala er nú gjørd um føroyska landabásin á messuni.

Heimsins størsta fiskavørumessa, Seafood Expo Global, flytur í ár úr Brussel til Barcelona, og 9 føroyskir fiskaútflytarar verða aftur hesuferð til staðar á føroyska landabásinum. Í sambandi við flytingina úr Brussel til Barcelona hevur borið til at økt um fermetratalið, og føroyski landabásurin verður tískil í ár tann størsti, sum nakrantíð hevur verið á messuni. Harumframt verður talan um heilt nýtt snið.

Føroyar hava luttikið á Seafood Expo Global messuni síðani hon byrjaði fyri nógvum árum síðani í Brussel. Í byrjanini var talan um eina heilt lítla messu, men hon er síðani økt so nógv í vavi, at pláss er ikki fyri messuni í messuøkinum í Brussel longur. Fyriskipararnir hava tískil valt at flyta messuna til Gran Via messuøkið í Barcelona, har munandi meira pláss er.

Messan varð avlýst í 2020 og 2021 orsakað av Covid-19 støðuni, men fyrireikararnir hava boðað frá, at 2022-messan verður hildin sum ætlað, og at messan ongantíð hevur verið størri enn hon verður í ár.

Avtala varð í farnu viku undirskrivað millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Sansir, um bygging av føroyska landabásinum í Barcelona.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)