Í hesum døgum ger Vinnuhúsið nøgdsemiskanning millum limafyritøkurnar í húsinum
Endamálið við kanningini er at fáa betri innlit í, hvussu limafyritøkurnar uppliva tænasturnar, ráðgevingina og arbeiðið hjá Vinnuhúsinum sum heild. Kanningin skal eisini geva greiðari mynd av, hvørji mál og hvørjar tænastur limirnir vilja, at Vinnuhúsið raðfestir framyvir.
Úrslitini av kanningini verða grundarlag undir framhaldandi menning av arbeiðnum og limatænastunum hjá Vinnuhúsinum.
Allar limafyritøkurnar hava fingið sent leinki til kanningina, og Vinnuhúsið heitir á limirnar um at taka sær tíð til at svara henni.
Jú fleiri limafyritøkur svara, tess betri grundarlag hevur Vinnuhúsið fyri at menna sítt virksemi við støði í tørvinum og ynskjunum hjá limunum.