IMG 4908
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Nógv fólk til kunningartiltak um útlendsk starvsfólk

27. oktober. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Kunningartiltakið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um útlendsk starvsfólk savnaði nógv fólk og setti sjóneykuna á reglur, skyldur og komandi lógarbroytingar

Hósdagin 23. oktober skipaði Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri kunningartiltaki um útlendsk starvsfólk. Tiltakið savnaði nógvar luttakarar úr ymiskum vinnugreinum, og á skránni vóru evni, sum hava stóran týdning arbeiðsgevarar, ið hava útlendsk starvsfólk í starvi – ella samstarva við undirveitarar, ið hava tað.

Tiltakið varð sett av Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum, sum bjóðaði vælkomin og legði dent á týdningin av útlendskum starvsfólkum fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Hann undirstrikaði samstundis týdningin av, at arbeiðsgevarar fylgja galdandi sáttmálum og reglum.

Sólva G. Dam og Johan Jacobsen frá Útlendingastovuni góvu eina greiða og áhugaverda framløgu um, hvussu umsóknir um arbeiðsloyvi verða viðgjørdar, og høvi var at seta spurningar og fáa greiðu á ivamálum í sambandi við umsóknargongdina.

Jákup Jacobsen, grannskoðari hjá Spekt, greiddi frá skattaviðurskiftum hjá útlendskum starvsfólkum í Føroyum – bæði tá ið talan er um undirveitarar og vikarskrivstovur.

At enda kunnaði Alvi Hjelm, ráðgevi í Vinnuhúsinum, um onnur viðurskifti, sum hava við undirveitarar og vikarskrivstovur at gera, og sum Føroya Arbeiðsgevarafelag arbeiðir við at fáa greiðari rammur um.

Eisini varð kunnað um lógaruppskotið um broytingar í eftirlønarlógini, sum nú liggur fyri Løgtinginum. Um uppskotið verður samtykt, merkir tað millum annað, at arbeiðsgevarar ikki longur kunnu umrokna eftirløn til løn hjá útlendskum starvsfólkum, ið eru undantikin at rinda eftirløn.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios