Nógv virksemi á heimligu marknaðunum fyrsta ársfjórðing

19. apríl. 2021 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Eftirspurningurin á heimligu marknaðunum heldur gongd í virkseminum, samstundis sum ferða- og útflutningsvinnurnar bíða eftir, at heimurin fer at lata uppaftur.

Sambært nýggjastu lønarhagtølunum frá Hagstovu Føroya vóru samlaðu lønargjaldingarnar 2.569 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í ár. Sama ársfjórðing í fjør vóru samlaðu lønargjaldingarnar 2.550 mió. kr. Samlaðu lønargjaldingarnar vóru sostatt næstan 20 mió. kr. hægri fyrsta ársfjórðing í ár samanbornar við fyrsta ársfjórðing í fjør.

Tað er tó ymiskt, hvussu lønargongdin í ymsu geirunum í samfelagsbúskapinum hevur verið higartil í ár samanborin við somu tíð í fjør.

Í almenna tænastugeiranum eru lønargjaldingarnar hækkaðar næstan 69 mió. kr. Í heimligu handils- og tænastuvinnunum eru lønargjaldingarnar hækkaðar næstan 30 mió. kr. Í fiski- og tilfeingisvinnunum eru lønargjaldingarnar harafturímóti lækkaðar góðar 71 mió. kr., og í byggi- og tilvirkingarvinnunum góðar 7 mió. kr.

Tað eru sostatt almennu tænasturnar og eftirspurningurin eftir vørum og tænastum annars á heimliga marknaðinum, sum standa aftanfyri vøksturin í samlaðu lønargjaldingunum higartil í ár.

Fiskivinnan og aðrar vinnur, sum fyri størsta partin liva av eftirspurningi uttanífrá, hava havt eina afturgongd í lønargjaldingunum á 15%, og í byggivinnunum hevur afturgongdin í lønargjaldingunum verið 2% fyrsta ársfjórðing í ár samanborin við sama ársfjórðing í fjør.

Lønarhagtølini og onnur hagtøl fyri fyrsta ársfjórðing í ár staðfesta fyri stóran part gongdina í føroyska samfelagsbúskapinum hetta seinasta árið, har ein partur av pengunum, ið vórðu settir av at ferðast fyri, verða brúktir á heimliga marknaðinum, tí koronatiltøkini forða fólki at ferðast um landamørkini.

Fyrsta ársfjórðing í ár fóru 20.350 ferðafólk um flogvøllin. Hetta eru góð 64% færri ferðafólk enn sama ársfjórðing í fjør, og næstan 15.000 færri ferðafólk enn fyrsta ársfjórðing fyri 10 árum síðan, tá tað fóru góð 35.000 ferðafólk um flogvøllin í Vágunum.

Fyrsta ársfjórðing í ár vórðu skrásett 756 nýggj akfør á Akstovuni, samanborið við 640 akfør í fjør. Hetta svarar til ein vøkstur á góð 18%. Ný skrásettu akførini fyrsta ársfjórðing í ár vóru eisini fleiri enn í 2019, tá 700 nýggj akfør vórðu skrásett fyrsta ársfjórðing.

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4