Norðmenn hava gjørt avtalu við ES um veiðuváttan

21. september. 2009 | Tíðindi | Fiskivinna

Norðmenn hava gjørt avtalu um brúk av veiðuváttan til fiskavørur, sum verða útfluttar til ES marknaðin. Hetta verður gjørt fyri í mest møguligan mun at sleppa undan ólógligari veiðu.

ES hevur roknað út av umleið 500.000 tons av ólógliga veiddum fiski við einum virði á umleið 8 mia. kr. verður seldur á ES marknaðinum um árið. Tí verða nú tiltøk sett í verk, soleiðis at betri eftirlit verður og tískil avmarkar møguleikanum at fáa selt slíkan fisk inn á marknaðin.
Avtalan millum ES og Norra viðførur, at allur fiskur skal hava eina veiðuváttan. Tað merkir, at veiðuváttanin skal fylgja allari vøru úr Noregi til ES marknaðin, hetta frá 1. januar 2010. Norra er fyribils fyrsta landið, sum gera slíka avtalu við ES. Hetta er tó ikki galdandi fyri alifisk og fiskamjøl.
Arbeitt verður við at fáa gjørt eina talgilda skipan, sum skal kunna brúkast umvegis alnótina og arbeitt verður nú við at menna slíka skipan. Kravið um veiðuváttan er galdandi fyri fiskavørur, sum verða fiskaðar eftir 1. januar 2010 (Kelda: www.kyst.no)
ES- kravið um veiðuváttan er galdandi fyri allan veiddan fisk, sum verður seldur til ES marknaðin frá 1. januar 2010.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios