Maruis

Norðurlendsk byggivinna savnast um nýtt samstarv

17. juni. 2024 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Fleiri enn 50 luttakarar úr norðurlendsku byggivinnuni savnaðir til kjak um møguligt nýtt norðurlendskt samstarv

Í farnu vikuni savnaði Nordic Sustainable Construction umboð úr byggivinnuni í Norðurlondum til ráðstevnu í Keypmannahavn. Endamálið var at deila vitan um gongdir og átøk í Norðurlondum, ES og aðrastaðni, og at geva íkast til eitt nýtt møguligt norðurlendskt byggisamstarv frá 2025-2030.

Luttakararnir, við ymiskum fakligum bakgrundum, hittust í Keypmannahavn fyri at kjakast um týdningarmikil evni innan verandi arbeiðshættir og framtíðarviðsjónir fyri byggivinnuna. Á verkstovuni vóru luttakarar úr øllum liðum av byggivirkseminum umboðaðir, eins og fyri ymisk norðurlendsk lond.

Dagurin byrjaði við framløgu frá Nordic Sustainable Construction um arbeiðið, sum higartil er framt á økinum. Síðani løgdu ES-umboð fram broytingar í ES-umhvørvislóggávuni, sum koma í gildi næstu árini, eitt nú um áseting av CO2-útláti fyri nýbygningar.

Verkstovan legði dent á fýra evni, ásett av norðurlendsku Húsa- og Byggimálaráðharrunum: Klima, Ringrás og Digitalisering. Umframt hetta varð ES umrøtt sum tvørgangandi evni. Høvuðspunktini frá verkstovuni vóru:

Klima:

  • Norðurlond sum undangonguøki í innføring av EPBD (Energy Performance of Building Directive)
  • Skyldubundin kortlegging av CO2 í verandi bygningum.
  • Norðurlendskar tilmælisásetingar fyri CO2-goymslur í bygningum.

Ringrás:

  • Norðurlendskar mannagongdir og virðisketur fyri endurnýtslu av tilfar.
  • Lóggávuátøk fyri at minka um niðurbróting av bygningum.

Digitalisering:

  • Brúk av AI og stórum dátum til betri kunning um tilfar og endurnýtslu.
  • Menning av felags digitalum pallum fyri tilfarsskráseting og endurnýtslu.

Ráðstevnan endaði við eini vitjan til KB32, ein fyrrverandi goymslubygningur, sum er umbygdur til nútímans skrivstovuhøli, sum eitt gott dømi um, hvussu verandi byggilutir kunnu nýtast aftur við nýhugsan og tilrættislegging.

Meira um verkstovuna kann lesast her.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Vinnuhúsið ynskir øllum limum og samstarvsfeløgum gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    15. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Gleðilig Jól Vinnuhúsið 2025
  2. Snarskeið um burðardygd og frágreiðing

    Kom á kunnandi snarskeið hjá Vinnuhúsinum og fá innlit í, hvussu ein frágreiðing um burðardygd kann gerast greið, skipað og gagnlig

    15. desember. 2025
    IMG 5800
  3. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856