Norðurlond dragna í digitalu kappingini

12. september. 2016 | Tíðindi | KT- og samskifti

Norðurlond mugu raðfesta digitalisering er niðurstøða í frágreiðing frá Boston Consulting Group.

Skulu Norðurlond gera sær nakrar vónir um at fasthalda sína støðu millum tey leiðandi londini innan digitalisering, er neyðugt at brúka nógv størri orku innan hetta økið í komandi árum. Hetta er ein av niðurstøðunum í nýggjari frágreiðing, sum Boston Consulting Group hevur gjørt fyri Google í sambandi við ráðstevnuna Digital Frontrunners Copenhagen.

Og fyrimunirnir við at raðfesta digitalisering og innovatión eru stórir. Boston Consulting Group metir, at búskaparvøksturin í Danmark kann gerast umleið helvtina størri, um Danmark í størri mun megnar at taka til sín tað, sum tilsamans verður rópt Industry 4.0. Hetta heiti fevnir um menning av datagreiningum, framkomna robottøkni, Internet of things og tykistøkni (augmented reality).

Frágreiðingin vísir eisini á aðrar, minni framkomnar digitaliseringsmøguleikar, sum kunnu økja um búskaparvøksturin. Eitt nú dugir Danmark ikki so væl at fáa lítlar og miðalstórar fyritøkur at gagnnýta teir møguleikar, sum digitaliseringin gevur, og førleikar innan teknik og digitala tøkni kunnu eisini betrast.

Boston Consulting group vísir í frágreiðingini á, at um verandi gongd heldur fram óbroytt, verða tað innan fá ár serliga lond í Asia sum fara at yvirhála norðurlond innan digitalisering. Ítøkiliga metir Boston Consulting group, at tað bara verður eitt norðurland eftir í top 10 í E-intensity indexinum í 2025 (tað eru 5 norðurlond í top 10 í dag).

Frágreiðingin kann lesast í fullum líki her.

Kelda: di.dk

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737