Noreg: Ætla at fimmfalda framleiðsluna í alivinnuni

30. november. 2015 | Tíðindi | Havbúnaður

Í Noregi hevur stjórnin visionerar ætlanir fyri norskan havbúnað. Sambært stortingsmelding, sum varð løgd fram fyrr í ár, hevur norska stjórnin sett sær fyri at fimmfalda framleiðsluna frá havbúnaðinum innan ár 2050. Ein fortreyt er, at vøksturin verður umhvørvisliga burðardyggur, og neyðugt verður við tøkniligari menning, sum kann tryggja henda vøksturin.

Á havbúnaðarráðstevnuni, sum varð hildin í Oslo 24. november, segði fíggjarmálaráðharrin Siv Jensen, at havbúnaðurin er ein av fleiri vinnum, ið skal føra Noreg víðari fram á leið. Ætlanin er at røkka framsókna málinum við at tryggja havbúnaðinum betri og støðugari karmar. Ein partur av hesum er at lækka skattatrýstið á vinnuna, við at lækka partafelagsskattin úr teimum 27% hann er í dag, niður í 25% frá 1. januar 2016 og niður í 22% í seinasta lagi í 2018.

Eisini verður neyðugt við tøkniligari menning, og gransking og menning er tí eisini týdningarmikil liður í at røkka málinum. Siv Jensen metti, at skattalættin til havbúnaðin, saman við fokus á skjótari leið frá gransking til menning og íverksetan, er ein týdningarmikil partur av at skapa neyðuga tøkniliga framburðin, sum kann stuðla undir vøksturin í framleiðsluni.

Kelda: www.aftenposten.no

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737