Noreg kann trífalda framleiðsluna av fiskavørum í 2025

20. august. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

- Í 2025 kunnu vit framleiða 2,7 milliónir tons av laksi og sílum. Harvið kunnu vit nøkta tørvin hjá 100 milliónum menniskjum á fiskavørum og samstundis skapa 56.000 nýggja arbeiðspláss, sigur Fredd Wilsgaard, varaleiðari í norska havbúnaðarfelagnum.

Á fundi í Norðulendska Ráðharraráðnum fyrr í summar legði norska havbúnaðarfelagið, FHL, fram frágreiðing um, hvussu alivinnan í Noregi kann økja um sína framleiðslu. Útgangsstøðið er, at Noreg skal gerast heimsins fremsta land innan framleiðslu av mati úr havinum í 2025.
-        Vit mugu seta okkum greið mál. Heimsheilsustovnurin hjá ST mælir fólki til at eta meira fisk til frama fyri fólkaheilsuna. Samstundis er ikki nóg mikið at fiskavørum til tað støðugt vaksandi fólkatalið í heiminum. Tí vilja vit hyggja eftir, hvussu vit í Noregi kunnu økja okkara framleiðslu, sigur Fredd Wilsgaard.
Frágreiðingin “Sjømat 2025” varð løgd fram í Tróndheimi í juni, har FHL hevði bjóðað politikarum, almennum stovnum, granskarum og umhvørvisfelagsskapum til at kjakast um, hvussu norska alivinnan ítøkiliga kann økja framleiðsluna.
Hetta krevur tó, at vinnan og myndugleikar í samráð styrkja gransking innan aling og menning av tøkni. Harumframt er neyðugt at skipa umhvørvisátøk og tryggja at økta framleiðslan fer fram eftir burðardyggum leisti.
Um framleiðslan í Noregi skal økjast er eisini neyðugt at leggja eina ætlan fyri, hvussu økið framvið norsku strondini kann nýtast til at økja framleiðsluna. FHL metir, at økið kann gagnnýtast á betri hátt, soleiðis at framleiðslan kann økjast.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)