Noreg: Lægri minstuprísir á toski

15. desember. 2008 | Tíðindi | Fiskivinna

Nýggir minstuprísir á toski eru ásettir fyri økið hjá Norges Råfisklag.

Mikudagin í farnu viku fóru Fiskeri- og havbruksnæringens landsforening (FHL) og Norske Sjømatbedrifters Landsforening (NSL) undir samráðingar við Norges Råfisklag um minstuprísirnar, sum í vetur verða galdandi fyri økið, ið Norges Råfisklag umboðar. Talan er um alt økið frá leiðini við Kristiansund og heilt norður til Finnmørkina.

Semja var um at leingja galdandi prísir á øllum fiskasløgum uttan á toski og hýsu. Í fyrstu syftu fekst eingin semja um prísirnar á hesum báðum fiskasløgum og málið varð tí lagt fyri semingsnevndina.

Semingsnevndin kallaði partarnar saman fríggjadagin og aftaná fleiri umfør varð semja um nýggjar minstuprísir fyri hýsu og minstu støddina á toski.

Semja fekst hinvegin ikki um minstaprís fyri tær tríggjar støddirnar á toski, sum eru størri enn 1 kg. Neyðugt var tí við einum semingsuppskoti, sum partarnir at enda góðtóku. Norges Råfisklag hevur síðani ásett hesar prísir sum nýggjar minstuprísir á toski, galdandi frá 15. desember.
Nýggju minstuprísirnir á toski síggjast í talvuni niðanfyri. Talan er um prísir í norskum krónum og norska krónan svarar í løtuni til umleið 80 oyru í okkara gjaldoyra.

Nýggju minstuprísirnir hjá Norges Råfisklag, galdandi frá 15. desember:

Slag og stødd:
Prísur pr kg:
Broyting:
Toskur størri enn 5,0 kg
NOK 22,50
( - NOK 2,00)
Toskur størri enn 2,5 kg
NOK 19,00
( - NOK 2,50)
Toskur 1,0-2,5 kg
NOK 16,00
( - NOK 2,25)
Toskur minni enn 1,0 kg
NOK 12,00
( - NOK 1,00)
Kelda: www.fhl.no

Annað á breddanum

  1. Tilmeldingin til Vinnudagin 2026 letur upp um eina viku

    Týsdagin 18. august letur tilmeldingin upp til Vinnudagin 2026, sum verður í Norðurlandahúsinum 18. september

    15. august. 2026 | Almenn tíðindi
    1
  2. Ferðavinnufelagið bjóðar limum sínum til økisvitjan

    Komið við á økisvitjan í Kvívíkar kommunu og bjóðið starvsfólkunum við

    11. august. 2026 | Ferðavinna
    Depositphotos 562443848 XL (1)
  3. Kunningarfundur um reglur fyri vinnutól

    Mikudagin 19. august kl. 14.30 verður kunningarfundur í Vinnuhúsinum, har greitt verður frá uppskotinum til kunngerð um vinnubrøv til ávís vinnutól

    11. august. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    1Mai19 PF9A0736