Norra og Russland samd um toskakvotuna fyri komandi ár

16. oktober. 2017 | Tíðindi | Fiskivinna

Avtalan, sum Norra og Russland gjørdu í farnu viku um fiskiskapin eftir toski í Barentshavinum merkir, at samlaða kvotan minkar við 115.000 tonsum.

Í farnu viku gjørdu Norra og Russland avtalu um fiskivinnusamstarvi í Barentshavinum. Toskakvotan verður 775.000 tons fyri 2018, sum er 115.000 tons minni enn kvotan í ár. Stovnmetingar hava víst, at toskastovnurin í Barentshavinum hevur verið í minking seinastu árini og er samráðingarúrslitið ein staðfestin av hesum. Samráðingarnevndin roknar tó við, at komandi ár verður toskakvotan nakað hægri aftur.

Fyri vinnuna er tað týdningarmikið, at kvoturnar eru so stabilar sum møguligt yvir tíð og atlit er tikið til hetta í samráðingunum, verður fráboðað frá Fiskeri- og Havbruksnærings Landsforening.

Kvotan á hýsu er ásett til góð 200.000 tons, sum er ein minking á umleið 31.000 tons.

Kelda www.fhl.no

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737