Norska krónan styrknar

14. september. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Norskir fiskaútflytarar mugu fyrireika seg til, at norska krónan fer at styrkna. Hetta var boðskapurin í fyrilestri, sum Katrine Boye, greinari í Nordea, helt í Bergen í farnu viku.

Katrine Boye vísti á, at norska krónan styrknar í mun til amerikanska dollaran og evruna. Og krónan fer at styrkna enn meira í mun til hesi gjaldoyru, tá norski tjóðbankin væntandi hækkar rentuna í oktober. Roknað verður ikki við, at ES-londini og USA fara at hækka rentuna fyrr enn um eitt ár, men Boye roknar við, at Noreg hækkar rentuna við 0,25 prosentstigum í oktober, til 1,5 prosent, og at hon verður 2,25 prosent um eitt ár og 3,5 prosent um tvey ár.
Tá norska krónan styrknar, hevur tað neiliga ávirkan á fiskaútflutningin, tí norsku útflytararnir fáa færri krónur fyri hvørja eind av fremmandum gjaldoyra.
Greinarar síggja eisini tekin um, at fíggjarkreppan skjótt fer framvið okkum.
Goymslurnar vaksa ikki so nógv longur, nýtslan økist og íløgurnar økjast, bæði í fyritøkunum og í bústaðir. Og bæði framleiðslan og búsetingin økist, vísir Katrine Boye á.
Hon vísir eisini á, at Noreg er sloppið væl frá kreppuni. Samanborið við Svøríki er arbeiðsloysið í Noreg nógv lægri; 3 prosent í Noreg móti 5 í Svøríki. Í øðrum ES-londum og í USA er arbeiðsloysið millum 9 og 10 prosent.
Veika krónan hevur havt jaliga ávirkan, sigur Boye, men hon vísir eisini á, at tað hevur hjálpt væl til, at Noreg hevur gjørt stórar íløgur í olju. Hóast fíggjarkreppuna eru hesar íløgur øktar í 2009, umframt, at norski staturin hevur framt fleiri tiltøk til tess at stimbra búskapin.
Kreppan hevur ikki rakt Noreg líka hart sum nógv onnur lond, men kortini hevur Noreg roynt at stimbra búskapin meira enn onnur lond, ið vit kunnu samanbera okkum við, sigur Katrine Boye. Hon væntar tó kortini, at arbeiðsloysið framhaldandi fer at økjast eitt sindur, áðrenn kreppan er farin heilt framvið.
Sambært Boye verður hetta arbeiðsloysið tó ikki størri enn, at tað framvegis rúmast innan fyri “vanligt” arbeiðsloysi.

Annað á breddanum

  1. Nú kunnu øll melda seg til Vinnudagin 2026

    18. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Vinnudagin við fyrilestrum, samrøðum og netverkan

    25. august. 2026 | Almenn tíðindi
    VD26 Industry Tidindi 1230X768
  2. Kappingarneytar fáa betri atgongd til Vietnam

    Norsk og íslendsk fiskivinna fáa betri treytir á vietnamesiska marknaðinum. Tað undirstrikar týdningin av góðari marknaðaratgongd

    25. august. 2026 | Almenn tíðindi
    EFTA Hari4680
  3. Seinasti dagur við serligum limaprísi til Vinnudagin

    Vinnudagurin verður 18. september. Í dag er seinasti dagur við 30 prosent limaavsláttri, og í morgin verður tilmeldingin opin fyri øllum

    24. august. 2026 | Almenn tíðindi
    VD26 Industry Tidindi 1230X768