Innbjóðing Ferðavinnustevnuna 2025 (1)
Ferðavinnufelagið

Nú ber til at melda seg til Ferðavinnustevnuna 2025

06. oktober. 2025 | Tíðindi | Ferðavinna

Ferðavinnustevnan 2025 verður hildin á Hotel Hilton fríggjadagin 7. november, og nú ber til at melda seg til bæði ráðstevnuna og veitsluna.

Ráðstevnan byrjar við skráseting kl. 15.30 og heldur fram til kl. 18.10. Veitsluhaldið byrjar beinanvegin kl. 18.10, tá ið Beinta Haraldsen diskar, og brellbitar eru at fáa.

Borðhaldið byrjar klokkan 19, og har verða millum annað ársins heiðursbrøv handað. Heiðursbrøvini verða latin í tveimum bólkum:

  • Ársins ferðavinnufólk
  • Ársins átak

Spennandi framløgur
Skráin fyri ráðstevnuna inniheldur trý spennandi innsløg við Julie Lindegaard, Sóley Heradóttir Hammer og Eydnu Skaale.


Julie hevur drúgvar royndir í filmsferðavinnuni, og hon fer at leggja fram undir heitinum “I filmens fodspor – erfaringar og faldgruber i arbejdet med filmturisme”.


Sóley er leiðari í Hugskotinum, og hon fer at tosa um samstarv og nýskapan, sum menna ferðavinnuna.


Eydna, retorikari, fer at greiða frá, hvønn týdning retorikkur hevur, og hvussu tað ber til at røkka einum góðum sambandi millum veitara og gestir í ferðavinnuhøpi.

Luttøkukostnaður og tilmeldingarfreist
Kostnaðurin fyri at luttaka á Ferðavinnustevnuni 2025 er ymiskur, alt eftir um tú ert limur í Ferðavinnufelagnum ella ikki.

Luttøkukostnaður:
Limir í Ferðavinnufelagnum:

  • Kr. 595,- fyri hvønn luttakara um dagin
  • Kr. 995,- fyri luttøku um dagin og kvøldið

Luttakarar, sum ikki eru limir í Ferðavinnufelagnum:

  • Kr. 995,- fyri hvønn luttakara um dagin
  • Kr. 1.995,- fyri luttøku um dagin og kvøldið

Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum virka í ferðavinnuni.

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 5. november 2025.

 

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3