Nú ber til at melda til Aliráðstevnuna 2016

01. februar. 2016 | Tíðindi | Havbúnaður

Tilmeldingin til Aliráðstevnuna 2016 er nú opin.

Tað ber til at melda til á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, www.industry.fo ella við at trýsta her.

Á skránni fyri aliráðstevnuna í ár verða m.a. hesar framløgur:

  • Kontali Analyse leggur fram um gongdina í og útlitini fyri føroyska havbúnaðin.
  • Rúni Dam frá Avrik greiðir frá um fiskagoymslur og metingar um framleiðsluna.
  • Bjørn Kunoy frá føroysku sendistovuni í Moskva fer at greiða frá um russiska marknaðin og virksemið hjá sendistovuni.
  • Sigurd Handeland frá Universitetinum í Bergen fer at greiða frá um framleiðslu av stórum smolti, og serliga um røttu ljósstýringina í tí sambandinum.
  • Fólk hjá Fiskaaling leggja fram úrslit frá ymiskum verkætlanum hjá Fiskaaling, herundir royndunum við rognkelsum, um aling á harðbalnum økjum og um spjaðing av laksalús í Føroyum.
  • Harumframt verða aðrar framløgur um avbjóðingarnar við laksalúsini. M.a. fer Paul Midtlyng frá AquaMedic at hava eina framløgu um resistens hjá laksalús, og Marit Stormoen frá Marine Harvest fer at leggja fram um teirra nýggju strategi móti laksalús.

Eins og undanfarin ár, verður besta úrslit hjá ali- og smoltstøðum kosið.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, setir Aliráðstevnuna 2016.

Ein nágreinilig skrá verður løgd út á heimasíðuna mánadagin 8. februar.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737