Billede1 (2)

Nú ber til at melda til Aliráðstevnuna 2024

05. februar. 2024 | Tíðindi | Havbúnaður

Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 1.mars. Nú ber til at melda til ráðstevnuna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum

Á árligu aliráðstevnuni hittast fólk í og kring alivinnuna at fáa nýggja vitan, íblástur og at netverka. Eisini verður gjørt status yvir árið í fór, og hugt verður eftir avbjóðingum og møguleikum, sum alivinnan hevur frameftir.

Á skránni verða fyrilestrar um ymisk evni frá bæði føroyskum og útlendskum framløguhaldarum. Eins og áður, eru góðir møguleikar at hitta fólk í og kring vinnuna og at netverka, bæði til tiltakið um dagin og í samband við borðhaldið um kvøldið.

Gjørt skal verða vart við, at framløgurnar á Aliráðstevnuni 2024 ikki verða simultantulkaðar til enskt mál.

Tað ber til at melda til Aliráðstevnuna 2024 á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum her:

Seinasta freist at melda seg til er týsdagin 27. februar.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios