Nú ber til at melda til Handilsvinnuráðstevnuna

25. apríl. 2016 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Handilsvinnufelagið bjóðar øllum, sum hava áhuga fyri handli og sølu á ráðstevnu.Ráðstevnan setur fokus á handilsyrkið. Evnið er broyttur brúkaraatburður, talgilda framtíðin og støðan í føroysku handilsvinnuni.

Tíð og stað:
Hósdagin 12. mai 2016 kl. 9 – 12
Öström, Tórshavn

Luttøkukostnaður og tilmelding

Limir í Handilsvinnufelagnum:
- Kr. 0,- fyri ein luttakara í hvørjari limafyritøku
- Kr. 250,- fyri hvønn starvsfelaga sum kemur afturat

Luttakarar sum ikki eru limir í Handilsvinnufelagnum:
- Kr. 750,-

Tilmeldingin er bindandi og fer fram á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum: www.industry.fo.

Seinasta freist at melda til er mánadagin 9. mai.

Talgildingin er komin á okkum
Handilsvinnufelagið hevur farna árið sett sjóneykuna á internethandil. Hetta er ikki uttan orsøk, tí vit vita, at kundarnir eru við at broyta atburð, millum annað orsaka av internethandli og nýggjum talgildum loysnum, sum geva kundunum atkomu til nógv fleiri veitarar bæði innanlands og uttanlands. Tað eru serliga kundarnir í yngra ættarliðnum, sum skulu røkkast á øðrvísi hátt enn áður, men vit gerast øll alt meira talgild og vænta tískil at verða møtt á talgildum pallum eisini.

Dorte Wimmer frá Retail Institute Scandinavia heldur fyrilestur um framtíðarinnar brúkara, um ættarliðið Y og Cross Channel.

Ólavur Ellefsen, stjóri á Tökni, hugleiðir um, hvørjar KT- møguleikar føroyska handilsvinnan hevur, og hvørjar væntanir føroyski brúkarin hevur til talgildar loysnir nú og í framtíðini.

Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur á Lóðri, leggur fram greining av støðuni í føroysku handilsvinnuni.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737