Ferðavinnustevnan

Nú ber til at tekna seg til Ferðavinnustevnuna 2023

23. oktober. 2023 | Tíðindi | Ferðavinna

Ferðavinnustevnan 2023 verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 10. november.

Nú ber til at tekna seg til Ferðavinnustevnuna 2023. Ráðstevnan byrjar seinnapart, og síðani verður veitsla um kvøldið. Undir veitsluni verða heiðursbrøv handað til ársins ferðavinnufólk, ársins nýbrot og ársins eldsál.

Seinnapartstiltakið er frá kl. 15.30 – 18.00
Veitslan er frá kl. 18.00 – 00.00

Luttøkukostnaður:
Limir í Ferðavinnufelagnum:

- Kr. 595,- fyri hvønn luttakara um dagin
- Kr. 995,- fyri luttøku um dagin og kvøldið

Luttakarar, sum ikki eru limir í Ferðavinnufelagnum:
- Kr. 995,- fyri hvønn luttakara um dagin
- Kr. 1.995,- fyri luttøku um dagin og kvøldið

Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum virka í ferðavinnuni.

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 8. november 2023.

Tilnevningar til heiðursbrøvini

Ársins ferðavinnufólk:
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk, sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

Ársins eldsál:
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

Ársins nýbrot:
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, ið hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: Einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

Send tilnevningar inn
Tilnevningar til heiðursbrøv kunnu saman við grundgevingum sendast við telduposti til bara@industry.fo. Freistin er fríggjadagin 3. november.

Í dómsnevndini sita Árni Olsen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Tordis K. á Rógvi Biskopstø fyri kunningarstovurnar.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737