7
Ferðavinnufelagið

Nú ber til at tekna seg til Ferðavinnustevnuna 2024

07. oktober. 2024 | Tíðindi | Ferðavinna

Ferðavinnustevnan 2024 verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 8. november.

Nú ber til at tekna seg til Ferðavinnustevnuna 2024. Ráðstevnan byrjar seinnapart, og síðani verður veitsla um kvøldið. Undir veitsluni verða heiðursbrøv handað til ársins ferðavinnufólk, ársins nýbrot og ársins eldsál.

Seinnapartstiltakið er frá kl. 15.00 – 18.00
Veitslan er frá kl. 19.00 – 00.00

Luttøkukostnaður:
Limir í Ferðavinnufelagnum:

- Kr. 595,- fyri hvønn luttakara um dagin
- Kr. 995,- fyri luttøku um dagin og kvøldið

Luttakarar, sum ikki eru limir í Ferðavinnufelagnum:
- Kr. 995,- fyri hvønn luttakara um dagin
- Kr. 1.995,- fyri luttøku um dagin og kvøldið

Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum virka í ferðavinnuni.

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 6. november 2024.

Tilmeldingin er bindandi.

Tá tilmeldingarfreistin hin 6. november 2024 er farin, verður onki endurgoldið um meldað verður frá.
Til ber tó altíð at broyta navn á tilmeldingini uttan eyka kostnað.

Tilnevningar til heiðursbrøvini

Ársins ferðavinnufólk:
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk, sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

Ársins eldsál:
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

Ársins nýbrot:
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, ið hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: Einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

Send tilnevningar inn
Tilnevningar til heiðursbrøv kunnu saman við grundgevingum sendast við telduposti til bara@industry.fo. Freistin er mikudagin 23. oktober á midnátt.

Í dómsnevndini sita Henny á Líknargøtu fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Tordis K. á Rógvi Biskopstø fyri kunningarstovurnar.

Á Ferðavinnustevnuni 2023 vórðu heiðursbrøv handað Karini Visth, Ársins ferðavinnufólk, ”Við Peter Pan til Neverland” við Seatravel, Regini W. Dalsgaard, Ársins nýbrot og Samsoni Højgaard við boat.fo, Ársins Eldsál

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3