Ferðavinnustevnan 2026 verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 6. november
Nú ber til at tekna seg til Ferðavinnustevnuna 2026. Stevnan byrjar seinnapartin við framløgum og endar við veitslu um kvøldið. Undir veitsluni verða heiðursbrøv handað til Ársins ferðavinnufólk, Ársins nýbrot og Ársins eldsál.
Í ár fara vit millum annað at hoyra um, hvussu mentanarmunir kunnu ávirka samskifti. Nærri kunning um skránna kemur seinni.
Skrá
Seinnapartstiltak: kl. 15.30–18.00
Veitsla: kl. 18.00–00.00
Luttøkugjald
Limir í Ferðavinnufelagnum:
595 kr. fyri luttøku um dagin
995 kr. fyri luttøku bæði um dagin og kvøldið
Luttakarar, sum ikki eru limir í Ferðavinnufelagnum:
995 kr. fyri luttøku um dagin
1.995 kr. fyri luttøku bæði um dagin og kvøldið
Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum starvast í ella hava tilknýti til ferðavinnuna.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 4. november 2026. Tilmeldingin verður endaliga váttað, tá ið luttøkugjaldið er goldið.
Tilmelding
Vinaliga fyll út allar teigarnar í tilmeldingarskjalinum niðanfyri. Legg til merkis, at bara eitt navn skal til hvørja tilmelding.
Skjal um viðgerð av persónsupplýsingum