Nú er nokk tosað um flogvøllin!

16. november. 2009 | Áskoðan

Í sambandi við framløguna av verkætlanini um útbygging av flogvøllinum vóru aftur nú røddir frammi um, at bíðast mátti eftir fleiri upplýsingum, áðrenn endalig støða kundi takast um útbyggingina av flogvøllinum.

Men nú er nokk tosað! Tað er uppá hægstu tíð, at Føroyar fáa ein flogvøll, sum lúkar nútímans krøv til trygd og reglusemi.
Seinastu mongu árini hevur verið tosað upp og niður um flogvallarviðurskiftini í Føroyum. Hóast nógv tos eru vit endiliga komin so langt, at ein útbygging av vøllinum í Vágum nærum er klár at fara í gongd.
Nú Vága floghavn leggur ætlanirnar fram, og kjak stingur seg upp um, at tað eigur at vera bíða eftir fleiri kanningum á Glyvursnesi og í Sandoynni, áðrenn endalig støða verður tikin til útbýgginina í Vágum, má Føroya Arbeiðsgevarafelagið tala at.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað má undir ongum umstøðum arbeiðast soleiðis, at henda útbygging av samfelagnum kemur í drag. Føroyskt vinnulív hevur tørv á, at farleiðin umvegis flogvøllin verður ment við øktum reglusemi, og at betrað verður um møguleikarnar hjá øðrum fyritøkum at bjóða tænastur á farleiðini.
Tað er eisini ein fortreyt fyri at menna ferðavinnuna í Føroyum, at flogvøllurin verður longdur. Føroysk ferðavinna hevur nú í fleiri ár merkt, at áhugin millum ferðafólk av velja Føroyar sum ferðamál er viknandi, og kunnu vánaligu flogvallarviðurskiftini væl hugsast at vera viðvirkandi orsøk til hetta. Ferðavinnan er sannførd um, at ferðamøguleikarnar til og úr Føroyum mugu betrast, og at hetta er fortreytin fyri fáa ment ferðavinnuna til eina vinnu, sum veruliga kann geva íkast til føroyska búskapin.
Verður samanborið við Ísland, sum tekur ímóti umleið 500.000 ferðafólkum um árið, umframt teimum 60.000, sum koma við cruiseskipum, sæst, at 487.000 av teimum, sum koma til Íslands, koma við flogfari (kelda: Íslendska Ferðavinnufelagið - SAF). Eingin orsøk er til at halda, at møgulig ferðandi til Føroya hava minni tørv á at ferðast loftvegis, enn tey ferðafólk, sum koma til Íslands.
Eitt týdningarmikið lið í at fáa ment føroyska ferðavinnu og føroyska vinnu yvirhøvur er tí at betra um møguleikarnar at ferðast um flogvøllin í Vágum.

Annað á breddanum

  1. Tørvur á broytingum í fíggjarpolitiska regluverkinum

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at uppskotið til fíggjarpolitiskt regluverk loksins er sent til hoyringar. Samstundis vísir felagið á, at fleiri broytingar eru neyðugar, um regluverkið skal røkka endamálinum

    21. oktober. 2025
    Vinnuhusid 4
  2. Nýggj og kend andlit í Ferðavinnufelagnum

    Henny á Líknargøtu heldur fram sum forkvinna í Ferðavinnufelagnum, meðan Halda Juul Olsen og Tróndur Kollsker eru nýggj í nevndini.

    21. oktober. 2025 | Ferðavinna
    Ferðavinnufelagið Nevnd 2025
  3. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk handað krøv

    Mánadagin 21. oktober byrjaðu sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk, tá ið partarnir handaðu hvørjum øðrum krøv

    21. oktober. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Miðlar