Nú er Samvit ikki til longur

06. apríl. 2009 | Áskoðan

“Og hvat so nú?”, verður spurt

Tveir stovnar, sum skuldu virka sum millumlið millum vinnuna og almennu skipanina, Menningarstovan og Ferðaráðið, vórðu lagdir saman fyri tveimum árum síðani og fingu navnið Samvit. Nú er so Samvit lagt inn í Uttanríkisráðið, og kenda millumliðið millum vinnuna og almennu skipanina er sostatt ikki til longur.
Uppgávurnar hjá Samvit vóru á leið tær somu sum uppgávurnar, sum Menningarstovan og Ferðaráðið høvdu. Tiltøkini, sum Samvit hevur staðið fyri saman við vinnuni, sum t.d. luttøka á framsýningum uttanlands, er framvegis ein týdningarmikil uppgáva, sum skal loysast. Somuleiðis marknaðarføringin av Føroyum sum ferðavinnuland og ikki minst menningin av ferðavinnuni innlendis í Føroyum.
“Men, hvat so nú?” er spurningurin, sum verður settur.
Tað er av stórum týdningi, at tær uppgávur, sum Samvit hevur loyst, ikki detta á gólvið, og at endin soleiðis verður, at eingin loysir hesar uppgávur. Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir tí á Uttanríkisráðið um at bera so í bandi, at vinnuáhugamál verða tryggjaði í framhaldandi tilgongdini við samanlegging av Samvit við Uttanríkisráðnum.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)