Nú er summarfrítíðin í hondum

08. juni. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Her verður tikið samanum nakrar av reglunum, sum eru galdandi í hesum sambandi.

Frítíð verður hildin sambært lóg um frítíð, sí leinkju niðanfyri. Lógin tryggjar løntakarum rætt til frítíð og frítíðarløn. Løntakarar hava ikki bara rætt til, men eisini skyldu til at halda frítíðina. Sambært lógini er frítíðin 30 dagar, íroknað leygardag, tvs. 5 vikur.
Meðan tímalønt fáa alla teirra frítíðarløn úr frítíðargrunninum og halda frítíð uttan løn, mugu tey, sum hava rætt til frítíð við løn, innvinna rættin til løn alt tíðarskeiðið. Innvinningarárið er oftast 1. apríl til 31. mars. Arbeiðir løntakarin styttri enn fult innvinningarár, verður rætturin til frítíð við løn settur í mun til arbeiðstíðina, tvs. at fyri hvønn mánað, sum arbeitt verður, vinnur løntakarin 2,5 dagar um mánaðin. Løntakari, sum ikki hevur vunnið sær rætt til frítíð við løn ella frítíðarløn, hevur tó rætt til at taka frí uttan løn í upp til 30 dagar í einum frítíðarári.
Frítíðin skal verða tikin í tíðarskeiðinum 2. mai til 1. mai (frítíðarárið). Høvuðsferian skal haldast samanhangandi í tíðini frá 2. mai til 30. september (frítíðarskeiðið). Restfrítíð kann ikki fara út um frítíðarárið. Arbeiðsgevarin ásetir í samráð við løntakaran, nær frítíðin skal takast, og boðar honum frá hesum við rímiligari freist. Arbeiðsgevarin ger endaliga av, nær frítíðin skal haldast.

Løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 23. mai 1997.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios