Vinnuhusid 2
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Nú eru omanfyri 550 limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag

30. juni. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Limatalið í Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur fram at vaksa. Síðani 2018 eru nærum 150 fyritøkur komnar afturat.

Føroya Arbeiðsgevarafelag er í støðugum vøkstri. Í juni 2025 var limatalið komið upp á 554. Hetta er ein vøkstur upp á nærum 150 limir síðani 2018. Limaskarin telur bæði fyritøkur, sum eru beinleiðis limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og fyritøkur, sum eru limir umvegis eina av fýra arbeiðsgevarasamskipanum.

“Tað gleðir okkum at síggja, at fyritøkur velja at gerast limir hjá okkum. Eg haldi tað vísir, at tørvurin á einari sterkari felagsrødd fyri privatu vinnuna er størri enn nakrantíð,“ sigur Niels Winther, stjóri.

Kjarnin í virkseminum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er at tryggja, at føroyskt vinnulív hevur teir bestu møguleikarnar fyri at kappast, mennast og framleiða varandi virði. Felagið varðar av uml. 40 ymiskum sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hesir sáttmálar fevna um meginpartin av privata arbeiðsmarknaðinum á landi, umframt handilsskip og flogvinnu. Harumframt ráðgevur felagið limunum um ymisk viðurskifti, serliga um sáttmála- og setanarviðurskifti, um burðardygd og um handilsviðurskifti.

Á hvørjum ári skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri fleiri ymiskum tiltøkum, bæði í Føroyum og uttanlands. 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur til í Vinnuhúsinum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av virkseminum í húsinum. Tað eru fimm arbeiðsgevarafeløg og 10 vinnugreinafeløg knýtt at Vinnuhúsinum, og hesi arbeiða við at fremja áhugamálini hjá einstøku feløgunum. Hesi 15 feløgini eri sjálvstøðug feløg við egnari nevnd, sum leggur karmarnar fyri virksemið.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)