Heimasíðan Tíðindi
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Nú kunnu øll melda seg til Vinnudagin

26. august. 2025 | Tíðindi

19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum skipar fyri Vinnudegnum, sum eins og undanfarin ár verður hildin í Norðurlandahúsinum. Veitslan verður hesaferð hildin í veitsluhølunum hjá Dansifrøi í Gundadali.

Vinnulívsfólk og onnur áhugað fyri vinnu fáa møguleika at kunna seg um aktuell evni, at netverka og hittast til sosiala samveru. Ársins Virki og Vinnuátakið verða sjálvsagt eisini kosin og heiðrað á ársins Vinnudegi.

Hvat er á skránni?

 

Thomas Erikson

Thomas Erikson úr Svøríki er kendur um allan heimin fyri sínar bøkur í røðini “Surrounded by…”, eitt nú Surrounded by Idiots, sum er útgivin á mongum málum og seld í milliónatali.

Í bókunum ger hann stuttliga, men samstundis gjølliga greining av ymsum persónleikum og samskiftismynstrum, og hann gevur lesaranum praktisk amboð til at skilja og handfara fólk við ymsari atferð.

Á Vinnudegnum fer Thomas at leggja fram á ein undirhaldandi og læruríkan hátt. Hann fer at vísa okkum, hvussu vit betur kunnu skilja tey, vit annars hava ringt við at skilja ella samskifta við.

 

Brian Sørensen

Danski íverksetin Brian Sørensen er stovnarin av kenda orkudrykkinum Cult Energy, sum gjørdist eitt altjóða kent merki, áðrenn hann seldi fyritøkuna til Royal Unibrew. Í dag er hann millum annað sameigari í fyritøkuni PadelPadel.

Alla sína yrkisleið hevur Brian verið drigin at nýskapan og íverksetan. Hann hevur evnini at síggja møguleikar, har onnur síggja forðingar, og hann hevur víst, at hugflog, áræði og áhaldni kunnu føra heilt ótrúlig úrslit við sær.

Á Vinnudegnum fer Brian at taka okkum við inn í sína ferð sum íverkseti – heilt frá fyrstu hugskotunum, gjøgnum mótgang og royndir, til tann endaliga sigurin, tá ið verkætlanin eydnast.

 

Vera Antonsdóttir

Í hjartanum av Reykjavík liggur Gróska, ein nýskapandi miðdepil, har hugskot fáa møguleikan at vaksa og gerast til veruligar verkætlanir. Aftanfyri Grósku stendur íslendska Vera Antonsdóttir, sum er stjóri fyri depilin.

Á Vinnudegnum fer Vera at vísa okkum, hvussu Gróska arbeiðir í verki – heilt frá fyrstu hugskotunum, sum ofta byrja við einum einfaldum spurningi ella einari nýggjari tøkni, til ítøkiligar íløguætlanir og fyritøkur, sum eru klárar at fara á altjóða marknaðin.


Ben Arabo

Í einum lítlum samfelag sum Føroyum hevur tað stóran týdning, at vit duga at draga íløgur til – bæði frá føroyskum íløgufólki og frá altjóða kapitali.

Uttan nýggjar íløgur verður tað trupult at skapa vøkstur, nýskapandi vinnumøguleikar og fleiri arbeiðspláss. Men hvørji stig skulu takast fyri at gera Føroyar enn meira spennandi og kappingarførar á hesum øki?

Á Vinnudegnum fer Ben Arabo, stjóri í íløgufelagnum Framtak, at varpa ljós á júst hesa avbjóðingina. Í framløguni fer hann at greiða frá, hvussu tað ber til at byggja eina tilgongd, sum er hóskandi til okkara stødd og marknað, og hvussu vit kunnu gera Føroyar til eitt stað, har íløgufólk síggja greiðar møguleikar og haldgóðar karmar.


Stuttir fyrilestrar

Eisini verður ein spennandi røð við stuttum fyrilestrum undir heitinum “Hvussu lofta vit hugskotum”.

 

Her fara Símin P. Sivertsen, stjóri í Bergfrost, Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen, Harriet Olafsdóttir av Gørðum, bóndi og íverkseti, at greiða frá, hvussu tey arbeiða við innovatión, og hvussu tey komu frá hugskoti til veruleika.

Tað verður Kjartan Hansen, sum fer at leiða dagin sum orðstýrari í Norðurlandahúsinum í ár. 

Les alt, sum er vert at lesa, á leinkini niðanfyri

Annað á breddanum

  1. Ársfundur í Varandi Vinnu

    Á ársfundinum í Varandi Vinnu varð nýtt stýri valt, og samtykt varð at savna netverkini í eitt felags netverk

    11. juni. 2026 | Burðardygd
    IMG 9828
  2. Rúmligur arbeiðsmarknaður fyri øll

    Tiltak: Hvussu kunnu arbeiðsgevarar skapa ein rúmligari arbeiðsmarknað fyri fólk við ymiskum førleikum?

    11. juni. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Snarskeið Burðardygd
  3. Tiltak um vinnumøguleikar í Grønlandi

    Aðalfundur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og tiltak um vinnumøguleikar í Grønlandi verður í Vinnuhúsinum mánadagin 15. juni

    11. juni. 2026 | Almenn tíðindi
    Tiltak Vinnumøguleikar Grønland