VD26 Industry Tidindi 1230X768
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Nú kunnu øll melda seg til Vinnudagin 2026

25. august. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

18. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Vinnudagin við fyrilestrum, samrøðum og netverkan

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar aftur í ár fyri Vinnudegnum, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 18. september.

Á skránni verða spennandi fyrilestrar og samrøður um aktuell evni, og sum vant verður eisini góður møguleiki at hitta onnur í vinnulívinum og knýta nýggj sambond.

Á Vinnudegnum verða Ársins Virki og Vinnuátakið eisini kosin og heiðrað.

Dagurin endar við veitsluni, sum í ár verður hildin í veitsluhølunum á Hotel Føroyum.

Nú kunnu øll áhugað melda seg til Vinnudagin 2026.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios