Nú kunnu øll melda til Vinnudagin 2018

03. september. 2018 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin 28. september verður Vinnudagurin, og nú ber til hjá øllum at melda til. Vinnudagurin er altíð vælumtóktur millum føroyskt vinnulívsfólk og tey, sum onkursvegna hava samband við føroysku vinnuna.

Aftur í ár er undirtøkan fyri Vinnudegnum stór. Inntil í dag var einans gjørligt hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda til, men nú er tilmeldingin opin fyri øllum.

Fyrilestrahaldarar á Vinnudegnum 2018 verða Julio Zaguini, fyrrverandi stjóri í Google, Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe, stjóri og ein av stovnarunum av DropBucket og Jonne Hellgren, stjóri og ein av stovnarunum av fyritøkuni RePack. Eisini verður spennandi røð við styttri fyrilestrum undir heitinum “Lopið ut í heim – royndirnar hjá føroyskum fyritøkum”.

Til ber at melda til Vinnudagin á heimasíðu hjá Vinnuhúsinum.

Les meira um Vinnudagin 2018 her.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737