Vd
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Nú kunnu øll melda til Vinnudagin 2025

26. august. 2025 | Tíðindi

19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum skipar fyri Vinnudegnum, sum eins og undanfarin ár verður hildin í Norðurlandahúsinum. Veitslan verður hesaferð hildin í veitsluhølunum hjá Dansifrøi í Gundadali.

Vinnulívsfólk og onnur áhugað fyri vinnu fáa møguleika at kunna seg um aktuell evni, at netverka og hittast til sosiala samveru. Ársins Virki og Vinnuátakið verða sjálvsagt eisini kosin og heiðrað á ársins Vinnudegi.

 

At hoyra á Vinnudegnum 2025 verða millum annað:


Sviin Thomas Erikson er kendur fyri sína røð av bókum “Surrounded by..”; so sum Surrounded by Idiots. Thomas er víðakendur atferðarserfrøðingur og rithøvundur, og sum røðari á Vinnudegnum fer hann at geva amboð til, hvussu vit kunnu skilja tey, sum vit ikki skilja.  


Danin Brian Sørensen er stovnari av kenda orkudrykkinum Cult Energy, sum hann seinni seldi til Royal Unibrew. Brian er íverkseti og er í dag medeigari í fyritøkuni PadelPadel. Á  Vinnudegnum fer Brian at taka okkum við á hansara ferð sum íverkseti – frá at hava eitt hugskot og til at seta tað í verk. 


Íslendska Vera Antonsdottir er stjóri í Grósku, sum er miðdepilin í Íslandi fyri vøkstri í nýskapan, har samstarv millum vinnu og universitet er í hásæti í øllum frá tøkni, gransking, menning og nýskapan. Vera fer at vísa á ítøkilig dømi, hvussu arbeitt verður í Grósku – frá at hava eitt hugskot og fram til konkretar íløguætlanum.


Ben Arabo, stjóri í Framtak, fer at greiða frá, hvussu vit í einum lítlum samfelag kunnu gera Føroyar meira spennandi fyri bæði innlendis og útlendskar íløgur. 

Ben fer at hugleiða um, hvussu tað ber til at flyta seg frá fyrstu tonkunum um eitt hugskot til veruligar íløguætlanir, og hvussu vit í einum lítlum samfelag skilagott kunnu tillaga eina tilgongd til okkara stødd og marknað. 


Eisini verður ein spennandi røð við styttri fyrilestrum undir heitinum “Hvussu lofta vit hugskotum”. 

Her fara Símin P. Sivertsen, stjóri í Bergfrost, Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen, Harriet Olafsdóttir av Gørðum, bóndi og íverkseti, at greiða frá hvussu tey arbeiða við innovatión og hvussu tey komu frá hugskoti til veruleika.

Tað verður Kjartan Hansen, sum fer at leiða dagin sum orðstýrari í Norðurlandahúsinum í ár. 

Annað á breddanum

  1. Tryggja tær limaprís til Vinnudagin

    Seinasti møguleiki at tryggja tær serligan limaprís til Vinnudagin 2025 er í dag

    25. august. 2025 | Almenn tíðindi
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Limir kunnu nú melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    Heimasíðan Tíðindi
  3. Alivinnan vil avtaka einkarrættin hjá Apoteksverkinum

    Havbúnaðarfelagið heldur, at alifyritøkurnar eiga at kunna keypa vørur frá øðrum veitarum enn Apoteksverkinum, so at prískappingin verður størri

    18. august. 2025 | Havbúnaður
    HBF LOGO