Nú má politiska skipanin tryggja nøktandi arbeiðsmegi

02. desember. 2019 | Áskoðan

Hagstovan kunngjørdi fríggjadagin, at arbeiðsloysið nú er 0,9 %, sum er lægsta arbeiðsloysið nakrantíð í Føroyum. Hetta merkir, at føroyskar fyritøkur innan so at siga allar vinnugreinar hava serstakliga torført við at fáa arbeiðsmegi, og tað hastar tískil at fáa framt ásetingar í samgonguskjalinum um betri atgongd til tíðaravmarkaða útlendska arbeiðsmegi.

Landsstýrið hevur í samgonguskjalinum skrivað, at tað skal verða lættari og skjótari at fáa fatur á tíðaravmarkaðari útlendskari arbeiðsmegi. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við hesum og heitir á politisku skipanina um at raðfesta betri atgongd til arbeiðsmegi, tí fyritøkur hava ein bráðtørv her og nú.

Arbeiðsloysið á 0,9 % merkir í veruleikanum, at onki arbeiðsloysi er í Føroyum. Fyri vinnuna er hetta ikki ein haldfør støða, tí at føroyskar fyritøkur ikki fáa fólk til dagligu uppgávurnar. Lága arbeiðsloysið hevur eisini negativa ávirkan á føroyska kappingarførið, tí uppgávurnar skulu loysast innan rímiliga tíð og til ein sámiligan prís.

Avmarkaða atgongdin til arbeiðsmegi kann merkja lægri búskaparvøkstur og minni vælferð í Føroyum, og tað førir til lønartrýst og prísvøkstur. Tí er talan um ein samfelagstrupuleika, sum neyðugur er at loysa ongantíð ov skjótt.

Í Føroyum eru fleiri størri verkætlanir í gerð. Umframt byggiverkætlanir kring landið, lata tvey gistingarhús upp komandi ár. Hetta merkir, at tørvurin verður enn størri eftir starvfólki innan ferðavinnuna komandi ár. Umráðandi er at gera nakað við hesa avbjóðing nú, soleiðis at føroyskar fyritøkur kunnu fylgja við vøkstrinum.

ES-arbeiðsmarknaðurin merkir eisini lága arbeiðsloysi, og tað gerst truplari hjá okkum at finna arbeiðsmegi úr ES londum. Tí er brúk fyri eini smidligari skipan, sum fevnir um lond uttanfyri ES. Í flestu førum fer tann útlendska arbeiðsmegin av landinum aftur, tá onki arbeiðsloysi er. Tí eru talan um skipanir, sum laga seg eftir viðurskiftunum annars á arbeiðsmarknaðinum, tá ið tørvurin á arbeiðsmegi aftur gerst minni.

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at skipanin við forhondsgóðkenning av fyritøkum at taka ímóti arbeiðsmegi verður gjørd generel fyri allan heimin ella í øllum førum nógv fleiri lond enn í dag.

Annað á breddanum

  1. Tryggja tær limaprís til Vinnudagin

    Seinasti møguleiki at tryggja tær serligan limaprís til Vinnudagin 2025 er í dag

    25. august. 2025 | Almenn tíðindi
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Limir kunnu nú melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    Heimasíðan Tíðindi
  3. Alivinnan vil avtaka einkarrættin hjá Apoteksverkinum

    Havbúnaðarfelagið heldur, at alifyritøkurnar eiga at kunna keypa vørur frá øðrum veitarum enn Apoteksverkinum, so at prískappingin verður størri

    18. august. 2025 | Havbúnaður
    HBF LOGO