Nú verður FM fyri handverkslærlingar

11. september. 2017 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Fyri fyrstu ferð í Føroyum, verður skipað fyri FM kapping fyri handverkslærlingar. Tað vera lærlingar innan timbur, rørsmíð og hárfríðkan, sum fara at kappast um at gerast føroyameistari.

Dagarnar 5. og 6. oktober í ár verður FM fyri handverkslærlingar á Torginum í SMS. Endamálið við kappingini er, umframt at finna føroya bestu lærlingar, at varpa ljós á yrkisútbúgvingar.

Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, er ein av fyriskiparunum: ”Vit ynskja at vísa tað góða handverkið fram, og soleiðis fremja hugin hjá teimum ungu at velja sær yrkisútbúgvingarvegin sum yrkisleið”

Fyriskiparar av tiltakinum eru Føroya Handverksmeistarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Føroya Handverkarafelag, Glasir Smiðjugerð, Tekniski skúli í Klaskvík og Yrkisdepilin.

”Vit fyriskiparar hava altíð vitað, at vit hava framúr dugnaligar handverkarar í Føroyum. Við hesari kappingini kunnu vit kjósa nakrar av teimum allar bestu, umframt at vit finna ein føroyameistara fyri trý útvald fak” sigur Magnus Magnussen.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737