Nú vilja danir gera svium bragdið eftir

30. mai. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hugt hevur verið til Svøríkis seinastu tíðina, sum í andsøgn til flestu evropeisku londini hevur havt stóran vøkstur í búskapinum. Ein av orsøkunum til henda vøkstur hevur verið mettur at verið skipanin við skattafrádrátti til sonevndar heimatænastur. Henda skipan skapar nýggj størv, og svart arbeiði er í størri mun vorðið hvítt.

Nú vilja danir royna svensku loysnina. Royndirnar úr Svøríki vísa, at upp móti 1,2 mió. sviar nýttu tænastufrádráttin seinasta ár. Ein meting sum er gjørd av hesum vísir, at hetta svarar til 38.000 fulltíðarstørv, og sambært metingini, so hevði - uttan hesa skipan - helvtin verið svart arbeiði ella arbeiði, sum ikki hevði verið gjørt ella gjørt av bústaðareigaranum sjálvum. Mett verður tí, at skipanin hevur givið 19.000 nýggj fulltíðarstørv.
Skipanin hevur eisini verið góð fyri svenska landskassan við hægri MVG inntøkum og hægri arbeiðsgevaragjøldum umframt inntøkuskatt frá fyritøkunum, ið hava gjørt arbeiðið. Metingin ljóðar, at fyri hvørja krónu til skattafrádrátt eru komnar millum hálva aðru og tvær krónur aftur til landskassan.
Spurningurin er um hetta kundi verði ein vegur at fari í Føroyum eisini?

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)