Null vøkstur í tí almenna tey næstu árini

14. januar. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Dansk Industri mælir til eina nýggja kreppuætlan. Danmark gerst fátækari, um vit ikki seta okkum sum mál, at tann almenni geirin ikki skal hava vøkstur fram til 2020. Hetta kemur fram í grein hjá Jyllands Posten í vikuskiftinum.

Kreppan er so mikið álvarsom, at tað má handlast nú, ella er Danmark hótt av fátækradømi, ávarar stjórin í Dansk Industri, Karsten Dybvad.

Sambært DI, eru vit ”væl fyri” upp á lánta tíð, tískil kunnu vit ikki taka hesa vælferð fyri givið.

Sambært DI eigur forsætisráðharrin Helle Thorning-Schmidt gera eina ítøkiliga ætlan, sum gerst útgangsstøði fyri allar politiskar ætlanir tey komandi árini. Forsætisráðharrin skal tryggja breiða undirtøku fyri ætlanini, soleiðis at andstøðan við Lars Løkke Rasmussen sum leiðara stuðlar eini slíkari ætlan og eisini hevur eitt ynski um at fylgja henni, um nýggj stjórn kemur til.

Mælir til serfrøðingakommissión

Grundarlagið fyri hesi ætlan skal gerast av eini útreiðslukommisión, har óheftir serfrøðingar skulu gjøgnumganga og meta um tann almenna geiran við nýggjum eygum. DI mælir til, at hesir serfrøðingar skulu koma við tilmælum um: Hvat vit kunnu verða fyri uttan og hvat kann gerast øðrvísi?

Fíggjarmálaráðharrin Bjarni Corydon (S) er ikki klárur til eina langtíðar kreppuætlan, sum DI mælir til, men hann fegnast um, at DI vísir til eitt breitt samstarv.

  • Tey seinastu 10-12 árini hava vit ikki sæð breiðar samstarvsavtalur um búskaparpolitikk. Hetta hava vit tó sæð eftir stjórnarskifti. Vit hava fingið breiðar semjur um skatt, orku og fíggjarlóg. Slíkt skapar álit á okkara búskap og við teimum trimum semjunum fara tey komandi nógvu arini óivað at geva vøkstur og arbeiðspláss, sigur Bjarni Corydon.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur somu áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fyrr víst á,  seinast í Vinnusjónarmið 2011, at útreiðslurnar í almenna geiranum í Føroyum eru øktar so mikið nógv tey seinastu árini, at almenni geirin í Føroyum er vorðin ov stórur.

Fyri at fremja veruligar nýskipanir av almenna geiranum er neyðugt at endurskoða alt okkara almenna virksemi. Støða má takast til, hvørjar tænastur almennu Føroyar skulu veita. Hvat er neyðugt og rímiligt, og hvat er ikki. Tað, sum ikki er neyðturviligt, má skerast burtur.

Kelda:

http://borsen.dk/nyheder/politik/artikel/1/249488/dansk_industri_vil_have_syv_aars_offentlig_nulvaekst.html

Vinnusjónarmið 2011 kann síggjast her:

http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=4390

Annað á breddanum

  1. Ferðavinnustevnan verður fríggjadagin 7. november

    Skráin er klár. Melda teg til í seinasta lagi mikudagin 5. november

    27. oktober. 2025 | Ferðavinna
    Innbjoding Ferdavinnustevnuna 2025 1
  2. India ger fleiri nýggjar handilssáttmálar

    Seinasta árið hava bæði EFTA og Stórabretland gjørt nýggjar handilsavtalur við India. Sum skilst eru samráðingarnar millum ES og India væl á veg, og ein avtala kann verða liðug áðrenn ársskiftið

    27. oktober. 2025 | Almenn tíðindi
    India Handilssáttmálar
  3. Kunningartiltak um sálarligt arbeiðsumhvørvi

    Hvat er hent hjá arbeiðsgevarum at vita um nýggju kunngerðina um sálarligt arbeiðsumhvørvi? Kom á kunningartiltak í Vinnuhúsinum tann 13. november

    27. oktober. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2025 10 27 214949