Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava gjørt semju um nýggjan tvey ára sáttmála. Semjan varð undirskrivað 7. mai 2026
Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini – Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag – undirskrivaðu 7. mai 2026 semju um nýggjan tvey ára sáttmála.
Kunningarfundur var í Vinnuhúsinum 19. mai 2026, har limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag fingu kunning um innihaldið í semjuni og høvi at seta spurningar um bæði innihaldið í semjuni og samráðingarnar.
Løn, eftirløn og frídagar
Sambært semjuni hækkar grundlønin 1. mai 2026 við 4,17 krónum um tíman. 1. mai 2027 hækkar grundlønin við 5,97 krónum um tíman.
Harafturat hækka starvsaldursviðbøturnar 1. mai 2026:
- 6 ára starvstíð úr 4% til 6%
- 8 ára starvstíð úr 5% til 8%
- 10 ára starvstíð úr 6,5% til 10%
- 11 ára starvstíð úr 8% til 12%
Samlaði útreiðslukarmurin er 7,95% yvir tvey ár. Fyrra árið er karmurin 3,95%, og seinna árið er hann 4,00%.
Í høvuðssáttmálunum er avtalað, at eftirlønin hækkar 1. mai 2027 úr 12% til 12,5%.
Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag hava frá 1. mai 2026 ólavsøkuaftan sum heilan frídag. Havnar Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava frá 1. mai 2026 1. november sum hálvan frídag.
Avtalað er eisini, at arbeiðsgevari og meiriluti av starvsfólkunum á arbeiðsplássinum áðrenn 1. februar á hvørjum ári kunnu avtala at leggja flaggdagin, grundlógardagin ella 1. november saman til ein heilan frídag, galdandi fyri alt arbeiðsplássið. Heili frídagurin kann liggja á einum av teimum hálvu frídøgunum, meðan tann hálvi arbeiðsdagurin verður vanligur fullur arbeiðsdagur.
Aðrar broytingar í høvuðssáttmálunum
Frá 1. mai 2026 hækkar eykaviðbótin fyri høvuðsreingerð úr 9,15% um tíman til 15% um tíman.
Ásett er nú í sáttmálanum, at formenn og forkvinnur fáa eina hóskandi viðbót, sum verður ásett eftir avtalu við arbeiðsgevaran. Harafturat er nú ásett, at leiðslan og einstaki formaðurin ella forkvinnan kunnu gera skrivliga avtalu um eina serliga yvirtíðarviðbót, sum kemur í staðin fyri at rokna yvirtíð sambært § 8 í sáttmálanum.
Fyri fólk, sum eru komin til skaða undir arbeiðnum og eru óarbeiðsfør, hevur arbeiðsgevarin nú skyldu til at rinda munin millum lønina og sjúkradagpeningin í upp til 10 dagar.
Tá arbeiðsfólkið hevur verið í starvi hjá sama arbeiðsgevara í meiri enn seks mánaðir út í eitt, er skyldan hjá arbeiðsgevara at rinda munin millum løn og sjúkradagpening í mesta lagi seks mánaðir samanlagt innanfyri eitt 12 mánaða tíðarskeið. Hetta tíðarskeiðið er nú longt til 18 mánaðir.
Tá fastløntur arbeiðari fær dagpening vegna sjúku, hevur arbeiðsgevarin havt skyldu til at rinda munin millum lønina og dagpeningin í tveir mánaðir. Henda skylda er nú longd til tríggjar mánaðir.
Broytingar í sersáttmálum
Í gistingarhússáttmálanum hækkar eftirlønargjaldið hjá arbeiðsfólkum, sum arbeiða 15 tímar í meðal ella færri um vikuna, ella sum arbeiða styttri enn tríggjar mánaðir samanhangandi. Hjá hesum arbeiðsfólkum hækkar eftirlønargjaldið 1. mai 2026 úr 8% til 9%.
Fyri yrkislærdar alarar er avtalað, at teir fáa starvstíð við sær, um teir hava starvast hjá sama alara í minsta lagi í trý ár undan læruni. Tó ber í mesta lagi til at fáa átta ára starvstíð.
Arbeiðsgevarin rindar yrkislærdum alarum, sum verða sjúkir, munin millum vanligu lønina og dagpening í upp til tríggjar mánaðir. Ásetingin í alarasáttmálanum um undantaksloyvi í sambandi við verkfall er eisini víðkað.
Ávísar broytingar og dagføringar eru eisini gjørdar í sersáttmálanum fyri arbeiði á flogvøllinum í Vágum og í ískoytisavtaluni fyri arbeiðsøki security og arbeiðsøki reingerð á flogvøllinum.