1
Havbúnaðarfelagið

Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

30. juni. 2026 | Tíðindi | Havbúnaður | Ráðgevaravinna

Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

Verkætlanin heldur sostatt fram í 2026 og byggir víðari á kanningarnar frá undanfarnum árum. Ein týðandi partur av arbeiðinum verður at samanbera lúsatøl og trivnað hjá sjósílum, sum liva nær aling, við sjósíl, sum verða veidd burtur frá aling.

Verkætlanin skal geva betri vitan um, hvørt alivinnan og onnur viðurskifti ávirka sjósílastovnin í Føroyum. Havbúnaðarfelagið metir, at tað hevur stóran týdning at kanna hetta. Áðrenn verkætlanin fór av bakkastokki í 2019, var vitanin um føroyska sjósílastovnin sera avmarkað, men við verkætlanini legst nýggj vitan afturat á hvørjum ári.

Fyri at kanna støðuna hjá sjósílum á sjónum verður eitt avmarkað tal av sjósílum veitt við gørnum. Harumframt kunnu sílafiskarar senda inn upplýsingar um sjósíl, sum teir hava veitt. Til hetta endamálið hevur Firum ment serligar brævbjálvar, sum kunnu nýtast til at senda inn roðsluprøvar.

Tað ber sostatt aftur í ár til at senda roðsluprøvar inn, og seinni í heyst verður drigið um ein vinning á 10.000 krónur millum allar innkomnu brævbjálvarnar.

Harumframt heldur arbeiðið fram í Eiðisá í Norðragøtu, har síl verða PIT-merkt, og ein antennuskipan skrásetir ferðingina úr ánni á sjógv og aftur. Kanningarnar kunnu millum annað geva betri vitan um, hvussu leingi sjósílini eru á sjónum, og um lúsatrýstið á fjørðinum ávirkar ferðingina hjá teimum.

Jóhanna Lava Køtlum frá P/F Firum og Øssur M. Dalbúð frá Havbúnaðarfelagnum hava skrivað undir avtaluna um sjósílaverkætlanina fyri 2026.

Annað á breddanum

  1. LEGO á Vinnudegnum 2026 – limir kunnu nú melda til

    Tilmeldingin til Vinnudagin 2026 er nú latin upp fyri limum. Á skránni eru millum annað tveir leiðarar úr LEGO Group

    18. august. 2026 | Almenn tíðindi
    3
  2. Ymiskar mentanir og eitt arbeiðspláss

    Hvussu kann mentanarmunur ávirka samskifti, samstarv og trivnað, og hvussu kunnu arbeiðspláss arbeiða við hesum á ein gagnligan hátt?

    18. august. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Fía Og Jona Altjóðahúsið Page 0001
  3. Tilmeldingin til Vinnudagin 2026 letur upp um eina viku

    Týsdagin 18. august letur tilmeldingin upp til Vinnudagin 2026, sum verður í Norðurlandahúsinum 18. september

    15. august. 2026 | Almenn tíðindi
    1