20240705 112632

Nýggj avtala undirskrivað millum Havbúnaðarfelagið og P/F Firum um Sjósílaverkætlan 2024

08. juli. 2024 | Tíðindi | Havbúnaður | Almenn tíðindi

Talan er um framhald av verkætlan, sum byrjaði í 2019, og sum síðani hevur verið gjørd á hvørjum ári. Henda avtalan er galdandi fyri kanningarnar í 2024.

Verkætlanin at kanna støðuna hjá føroyska sjósílastovninum er framvegis í gongd. Verkætlanin er í tveimum, har ein partur snýr seg um at kanna nær, og undir hvørjum umstøðum, sjósílasmolt ferðast á sjógv, og hin parturin av verkætlanini snýr seg um at kanna støðuna hjá sjósílum á sjónum.

Havbúnaðarfelagið gjørdi í 2018 avtalu við P/F Firum (tá P/F Fiskaaling) um at standa fyri kanningunum av støðuni hjá føroyska sjósílastovninum vegna Havbúnaðarfelagið, og síðani 2019 hava kanningar verið gjørdar á hvørjum ári. Havbúnaðarfelagið fíggjar alla verkætlanina.

Áðrenn kanningarnar byrjaðu, var vitanin um føroyska sjósílastovnin ógvuliga avmarkað, men nú legst afturat við vitan á hvørjum ári.

Til at kanna nær sjósílasmolt ferðast á sjógv, og hvussu nógva tíð tey nýta á sjónum verða sjósílini PIT-merkt áðrenn tey fara á sjógv, og síðani eru antennur í ánni sum skráseta og logga ferðingina hjá sílunum á sjógv og niðan aftur í ánna.

Fyri at kanna støðuna hjá vaksnum sjósílum á sjónum verður eitt avmarkað tal av sjósílum fangað við gørnum av P/F Firum, og partvíst við at sílafiskarar kunnu senda inn upplýsingar um sjósíl, sum teir hava fiskað. Til hetta hevur Firum framleitt serligar brævbjálvar, sum kunnu nýtast til at senda inn roðsluprøvar. Tað ber aftur í ár til at senda inn brævbjálvar, og seinni í heyst verður so trekt lut um ein vinning á 10.000 kr. millum allar innkomnu brævbjálvarnar.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737