Nýggj dátuverndarlóg í gildi á nýggjárinum – fyrstu vegleiðingarnar eru almannakunngjørdar

05. oktober. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Komandi mánaðirnar fer Dátueftirlitið at kunna um innihaldið í nýggju lógini. Fleiri vegleiðingar eru á veg og skipað fer at vera fyri kunningartiltøkum.

Dátueftirlitið hevur gjørt eina síðu https://dat.fo/datuverndarlogin/ ,sum snýr seg um nýggju dátuverndarlógina. Har kunnu nýggju vegleiðingarnar lesast, og so hvørt sum meira tilfar er tøkt, verður tað lagt á hesa síðu.

Tvær tær fyrstu vegleiðingarnar eru Innleiðsla í reglurnar í dátuverndarlógini og Fyrireiking til 1. Januar 2021.


Innleiðsla í reglurnar í dátuverndarlógini

Hetta er ein innleiðsla til nýggju reglurnar í dátuverndarlógini, sum kemur í gildi 1. januar 2021. Talan er um eina yvirskipaða innleiðslu. Nógvar av reglunum í dátuverndarlógini føra víðari galdandi rætt, tó at onkur nýbrot eru. Við at lesa hesa vegleiðing fært tú eina almenna innleiðslu í dátuverndarøkið.

Les vegleiðingina á hesi leinkju: “Innleiðsla í reglurnar í dátuverndarlógini”.

Fyrireiking til 1. januar 2021

Henda vegleiðing setir 10 spurningar, sum allir dátuábyrgdarar eiga at seta sær í fyrireikingini til at nýggja dátuverndarlógin kemur í gildi á nýggjárinum.

Spurningarnir, sum vera viðgjørdir í vegleiðingini:

1. Kenna tit dátuverndarlógina?

2. Hvørjar persónupplýsingar viðgera tit?

3. Hvørja kunning geva tit skrásettum?

4. Hvussu uppfylla tit rættindini hjá teimum skrásettu?

5. Hvør er heimildin fyri viðgerðini, sum fer fram?

6. Hvussu fáa tit samtykki frá skrásetta?

7. Hvat gera tit um brot er á persóndátutrygdina?

8. Er váðin høgur við viðgerðini hjá tykkum?

9. Er dátuvernd bygd inn í tykkara KT-skipanir?

10. Hvør hevur ábyrgdina av dátuverndarspurningum hjá tykkum?


Les vegleiðingina á hesi leinkju: “Fyrireiking til 1. januar 2021”

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737