Nýggj heimasíða skal skapa betri samband millum fyritøkur og lesandi

24. juni. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroyskar fyritøkur og lesandi kunnu nú samskifta á felags palli. Heimasíðan www.leinkjan.fo er nú opin og fyritøkur kunnu á heimasíðuni leggja út verkætlanir, sum lesandi kunnu arbeiða við sum part av útbúgvingini. Fleiri verkætlanir eru longu skrásettar á heimasíðuni.

Vinnuhúsið hevur ment eina nýggja heimasíðu www.leinkjan.fo, sum er ætlað at knýta fólk undir útbúgving tættari at vinnulívinum í Føroyum. Á heimasíðuni kunnu fyritøkur skráseta verkætlanir, sum lesandi í Føroyum og uttanlands kunnu bjóða seg fram at skriva eina uppgávu um, sum partur av teirra útbúgving. Tað verður eisini gjørligt hjá teimum lesandi at skráseta seg á heimasíðuni, so fyritøkurnar kunnu seta seg beinleiðis í samband við tey lesandi.

Á henda hátt fáa fyritøkurnar kannað og útgreinað viðurskifti, sum hava týdning fyri fyritøkurnar, og tey lesandi sleppa at arbeiða við verkætlanum, sum kunnu skapa virði.

Á leinkjan.fo ber eisini til hjá teimum lesandi at søkja um at fáa ein mentor. Ein mentor er ein persónur við royndum úr føroyskum vinnulívi, sum kann vegleiða tey lesandi um ymisk viðurskifti í sambandi við eina yrkisleið innan privata vinnulívið í Føroyum.

Endamálið við leinkjan.fo er serliga at gera fólk undir útbúgving meira tilvitaði um teir møguleikar, sum eru í føroyskum vinnulívi, og yvirhøvur at fáa betri samband millum føroysk lesandi og føroyskt vinnulív. Vónandi viðførir hetta, at ein størri partur av teimum lesandi velja eina starvsleið í privata vinnulívinum í Føroyum.

Nýggja heimasíðan og mentorskipanin vóru nevnd sum ávíkavist átak nr. 20 og 21 í heildarætlanini hjá landsstýrinum um fólkavøkstur og fólkaflyting. Umframt hesi átøk hevur Vinnuhúsið eisini átikið sær at standa fyri einari verkætlan um vinnuliga fígging av PhD-verkætlanum, um landsstýrið velur at raðfesta tær vinnuvendu útbúgvingarnar. At fáa skapt fólkavøkstur í Føroyum er helst tann størsta avbjóðingin, føroyska samfelagið hevur. Tað verður tí spennandi at síggja, hvørji tiltøk í heildarætlanini, sum Føroya Landsstýri velur at raðfesta komandi tíðina.

Vinnuhúsið vónar, at nýggja heimasíðan kann gera sítt til, at føroyingar sum hava verið undir útbúgving, velja at búseta seg í Føroyum eftir loknan lestur, og fáa eina yrkisleið innan privata vinnulívið í Føroyum.

Íblásturin til nýggju heimasíðuna www.leinkjan.fo er komin gjøgnum samstarvið í North Atlantic Ocean Cluster Alliance (NAOCA), sum Vinnuhúsið er limur í, og heimasíðan er ment í samstarvi við Røkk, felagið hjá teimum lesandi á RUC. Sendistovan hevur sniðgivið og forritað heimasíðuna.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4