Javnstøða

Nýggj kanning um javnstøðu í Føroyum

08. mai. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í farnu viku varð kanning løgd fram um hugburðin hjá føroyingum um javnstøðu og javnrættindi. Kanningin er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum, men úrslitini samsvara í stóran mun við ta vitan, sum vit hava úr grannalondum okkara. Talan er um víðfevnda kanning, sum Fróðskaparsetur Føroya og Lóður hava gjørt fyri Javnstøðunevndina, Demokratia og Almanna- og mentamálaráðið.

Kanningin snýr seg m.a. um fatan av javnstøðu millum føroyingar, javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og í tí almenna rúminum og javnstøðu í heiminum og familjuni.

Í Føroyum eru kvinnur og menn, ung og eldri, konservativ og liberal oftast ósamd um javnstøðuspurningar. Hetta er ein av høvuðsúrslitunum frá kanningini. Somuleiðis finst ein gjógv millum kynini viðvíkjandi fatanum, upplivingum og sjónarmiðum um javnstøðu.

Sambært kanningini halda føroyingar, at týdningarmesta málið fyri at fremja javnstøðu millum kynini er, at kvinnur og menn fáa somu inntøku. Harnæst at geva monnum og kvinnum felags foreldramyndugleika og síðani  at basa harðskapi móti kvinnum.

Kvinnur og menn  eru ikki á einum málið um javnstøðu millum kynini á arbeiðsplássinum. 55% av monnum halda, at tað er javnstøða millum kynini á arbeiðsmarknaðinum, meðan 41% av kvinnum halda, at kvinnur eru fyri mismuni á arbeiðsplássinum.

Til spurningin um ovastu leiðslu í samfelagnum halda tey flestu, at kvinnur eru fyri mismuni. Einans 24% siga, at talan er um javnstøðu í ovastu leiðslu, meðan samanlagt 60% svara, at kvinnur eru fyri mismuni í ovastu leiðslu.

Til ber at síggja frágreiðingina her:  https://lms.cdn.fo/media/18208/javnstøða-rættað2.pdf?s=acfXQNI2aUmIdZQuHYSmslV7lJg

Annað á breddanum

  1. Ungdómur fekk innlit í handverksyrki

    Næmingar í 8. flokki fingu innlit í ymisk handverksyrki og teir mongu møguleikarnar, sum ein yrkisútbúgving kann geva

    26. oktober. 2026 | Handverk og ídnaður
    20261026 160929414 Ios
  2. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  3. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689