Nýggj sBók um arbeiðsmarknaðin

08. januar. 2018 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Nám, arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið standa í felag fyri útgávuni.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini tóku í 2016 stig til at fáa til vega undirvísingartilfar um føroyska arbeiðsmarknaðin. Hetta varð gjørt í sambandi við, at tað í 2016 vóru 100 ár liðin, síðan fyrsti kollektivi sáttmálin millum tvey feløg á landi varð gjørdur.

Feløgini settu seg í samband við Nám um at gera tilfarið. Nám stendur fyri og hevur serkunnleika til undirvísingartilfar til føroysku skúlarnar.

sBókin Arbeiðsmarknaðurin er nú tøk, og er sum útgangsstøði ætlað til undirvísingina í samfelagsfrøði á miðnám.

Helgi Abrahamsen hevur skrivað bókina. Hann hevur lagt stóran dent á at skriva tilfarið soleiðis, at tað er lætt at skilja. Av somu orsøk kunnu summir partar eisini verða brúktir í hádeild fólkaskúlans.

Gingið verður ígjøgnum ymiskar fyriskipanir á arbeiðsmarknaðinum, og viðgjørt verður hvønn týdning hesar hava fyri okkara samfelag. Nógvir tættir eru í samlaðu myndini, og Nám sigur í kunningina um bókina, at tað hevur verið ein avbjóðing at velja ímillum, hvat skuldi við, og hvat ikki skuldi við.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um sBókina, sum er ógvuliga væl úr hondum greidd, og felagið fegnast um, at tað nú er undirvísingartilfar um føroyska arbeiðsmarknaðin tøkt til skúlarnar at nýta.

Arbeiðsmarknaðurin er ókeypis sBók, og er at finna her.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737