Nýggj vegleiðing um marknaðarføring av umhvørvi og etikki

31. januar. 2011 | Tíðindi | Samhandil

Danski brúkaraumboðsmaðurin setur í nýggjari vegleiðing krøv til, hvussu fyritøkur nýta boðskapir um umhvørvi, veðurlag, burðardygd, framleiðsluviðurskifti osfr. Tað skal vera grein í boðskapunum, so brúkararnir ikki verða snýttir.

Endamálið við vegleiðingini er at fáa greiðar reglur fyri, nær ein fyritøka kann selja sína vøru sum t.d. meiri umhvørvisvinarliga, so brúkarunum verður tryggjað ein viðkomandi og trúlig kunning um, hvussu vøran ávirkar umhvørvið. Vegleiðingin skal eisini vera við til at tryggja veruliga og loyala kapping til fyrimuns fyri tær mongu fyritøkurnar, sum kunnu standa inni fyri teirra boðskapi.
Danski brúkaraumboðsmaðurin, Henrik Øe, sigur, at í síðsta enda er endamálið at sleppa undan villleiðing av brúkarunum. Greiðir og reellir boðskapir skulu koma umhvørvistilvitaðum brúkarum til góðar.
Vegleiðingin er gjørd í saman við m.a. umboðum fyri danskar vinnulívsfelagskapir, og leiðandi ráðgevi hjá DI, Ulla Lyk-Jensen, staðfestir, at tað er positivt við eini vegleiðing á økinum. Tað gevur greiðu um galdandi reglur til fyrimuns fyri fyritøkurnar og styrkir javnbjóðis kappingina.
Kelda: DI Opinion og www.forbrugerombudsmanden.dk

Annað á breddanum

  1. Jørgin Jacobsen í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaran tosa vit við Jørgin Jacobsen, stjóra í Sandship, um vøkstur og at síggja møguleikar uttan fyri Føroyar

    29. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Jørgin Jacobsen Vinnukikarin Heimasíða 2
  2. Ferðavinnan vitjaði í Kvívík

    Ferðavinnufelagið var mánadagin á økisvitjan í Kvívíkar sókn og fekk innlit í ferðavinnutilboð og møguleikar í økinum

    29. september. 2026 | Ferðavinna
    20260929 103057000 Ios
  3. Hvør skal heiðrast á Ferðavinnustevnuni?

    Á Ferðavinnustevnuni 6. november verða ársins ferðavinnufólk og ársins átak heiðrað. Tú kanst vera við at avgera, hvør skal heiðrast

    29. september. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5467