Nú ber til at taka KT-supportaraútbúgving við føroyskari skúlagongd. KT-felagið fegnast og vónar, at vinnan tekur væl ímóti henni
Mánadagin 2. november 2026 byrjar nýggja KT-supportaraútbúgvingin. Skúlagongdin er á Miðnámi á Kambsdali. Við hesum verður nú møguligt at taka skúlapartin av yrkisútbúgvingini til KT-supportara í Føroyum.
At fáa ein føroyskan útbúgvingarmøguleika til KT-supportara hevur í fleiri ár verið eitt ynski hjá KT-felagnum. Tørvurin á starvsfólkum við KT-førleikum er stórur og vaksandi, og tí fegnast felagið um, at fleiri nú fáa møguleika at útbúgva seg innan fyri KT í Føroyum.
Nýggja útbúgvingin kann samstundis vera við til at styrkja tilgongdina av faklærdari arbeiðsmegi til føroyska arbeiðsmarknaðin.
KT-supportarar eru viðkomandi á nógvum ymiskum arbeiðsplássum. KT er í dag ein grundleggjandi partur av rakstrinum hjá flest øllum fyritøkum og stovnum, og tørvurin á fólki, sum kunnu veita KT-support, loysa tekniskar trupulleikar og halda skipanir við líka, er tí breiður.
Sum partur av yrkisútbúgvingini skulu næmingarnir eisini í læru. KT-felagið vónar tí, at føroyskar fyritøkur og stovnar fara at taka væl ímóti nýggju útbúgvingini og síggja møguleikan í at taka KT-supportaranæmingar í læru.
Les meira um útbúgvingina á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum her.