Permumynd Nettrygdaraetlan
KT-Felagið

Nýggja nettrygdarlógin krevur greiðari leiðreglur

02. desember. 2025 | Tíðindi | KT- og samskifti

KT-felagið stuðlar ætlanini um sterkari nettrygd, men ávarar um, at uppskotið er ov ógreitt og kann skapa óvissu

KT-felagið hevur latið inn hoyringssvar til uppskotið um Nettrygdarlóg. Felagið fegnast um, at arbeitt verður fyri at styrkja nettrygdina í Føroyum. Tó er týdningarmikið, at ein nettrygdarlóg ikki elvir til størri skaða enn gagn.

Tí er avgerandi, at ein tillagingartíð verður innførd, so ásetingarnar í lóggávuni vera greiðari – og so arbeiðið kann havast við betri fokus á veruliga nettrygd, rættvísar og hóskandi heimildir hjá eftirlitsmyndugleikanum og tryggjaða rættartrygd fyri allar partar.

Tað er umráðandi, at nettrygdarmyndugleikin, sum skal verja føroyska samfelagið ímóti netálopum, verður fíggjaður umvegis fíggjarlógina heldur enn við skipanum, sum kunnu skeikla kappingina í ymisku vinnugreinunum.

KT-felagið metir, at ásetingarnar um gjøld í §37 eru so víðfevndar og ógreitt orðaðar, at tær kunnu skaða bæði vinnu, stovnar og sjálvt álitið á nettrygdarmyndugleikan.

Tað er umráðandi, at uppskotið tryggjar, at eftirlitsstovnar sum Landsgrannskoðanin, Dátueftirlitið og Løgtingsins Umboðsmaður fáa møguleika at hava sjálvstøðugt eftirlit við nettrygdarmyndugleikanum. Hetta er ein grundleggjandi treyt fyri at tryggja rættartrygdina.

Eisini er týdningarmikið, at avgerðir kunnu leggjast fyri dómsvaldið, serliga tí revsitiltøkini í lógini eru rættiliga víðfevnd.

Les alt hoyringssvarið her.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)