Nýggjur bankapakki fyri jól

08. desember. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Sum Vinnuhúsið vísti á í seinastu viku, eru trupulleikar við at fáa fígging til vinnuvirksemi og nýggjar íløgur, umframt at útflutningsvinnan missir tryggingar uppá keyparar í Evropa.

Danska stjórnin fráboðar nú, at tað er ein bráðneyðugur tørvur á einum nýggjum bankapakka. Umhugsað verður, at danski staturin skal skjóta stórar upphæddir inn í fíggjarsektorin.
Í eini samrøðu við blaðið “Børsen” sigur Anders Fogh Rasmussen, at tað eru ábendingarnar um, at vanligar fyritøkur hava trupulleikar at fáa fígging, sum fáa stjórnina at ressast, tí um einki verður gjørt vil henda støða gera donsku búskaparkreppuna enn verri.
Statsministarin kallar fíggingartrupulleikarnar: “ta mest átrokandi avbjóðingina hjá danska búskapinum í løtuni” og heldur, at stjórnin og danski fíggjarsektorurin bert hava fáar vikur at fáa loyst trupulleikan.
“Danska stjórnin fær fráboðanir um at eisini sunnar og vælriknar fyritøkur hava trupulleikar við at fáa atgongd til neyðuga fígging. Hetta er stjórnin noydd til at fyrihalda seg til, tí annars vil kreppan gerast nógv størri enn neyðugt” sigur Anders Fogh við Børsen.
Danska stjórnin arbeiðir nú við ymiskum modellum fyri, hvussu stjórnin kann hjálpa uppá trupulleikan. Hetta fyri at tryggja at fíggingarstovnar hava nokk av gjaldføri til útlán til vælriknar fyritøkur og skilagóðar íløgur.
(Kelda: www.borsen.dk).

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin verður 17. september næsta ár

    Nærum 400 luttakarar vóru við á Vinnudegnum, sum verður aftur 17. september næsta ár

    22. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Vinnudagurin 2026 Web 086
  2. Útbúgving til KT-supportara á gáttini

    Nú eru útlit fyri, at fyrstu næmingarnir kunnu byrja longu fyrst í november. KT-felagið fegnast og vónar, at vinnan tekur væl ímóti útbúgvingini

    22. september. 2026 | KT- og samskifti
    Mynd Nema Kt
  3. Tiltak: Hvussu kunnu vit byggja meira burðardygt?

    Kom og fá innlit í, hvussu fyritøkur kunnu brúka LCA (Life Cycle Assessment) til at taka betri avgerðir um tilfarsval og byggja meira burðardygt í Føroyum

    22. september. 2026 | Handverk og ídnaður
    Mynd Tiltak Lca