Nýggjur handverkarasáttmáli undirskrivaður

07. oktober. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag undirskrivaðu í gjárskvøldið semju við Landsfelag Handverkaranna og Føroya Handverkarafelag um nýggjan 2-ára sáttmála.

Magnus Magnussen og Henry OlsenSemjan hevur við sær eina lønarhækking á 1,8% 1. oktober 2010 og 1,81% 1. oktober 2011. Semjan er sostatt á sama støði sum semjan, ið varð undirskrivað við arbeiðarafeløgini í vár.
Harafturat var eisini semja undirskrivað við Føroya Handverkarafelag um flogmekanikarasáttmálan.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)