Frágreiðing Um Burðardygd
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Nýggjur leistur til frágreiðing um burðardygd

24. juni. 2025 | Tíðindi | Burðardygd

Vinnuhúsið hevur ment ein nýggjan føroyskan leist til burðardygdarfrágreiðingar, sum byggir á ES-støði

Um føroyskt vinnulív í størri mun skal raðfesta burðardygd, má tað vera bæði lætt og greitt hjá fyritøkum at koma í gongd. Tí hevur Vinnuhúsið ment ein nýggjan føroyskan leist fyri burðardygdarfrágreiðing nú gjørdur.

Føroyski leisturin byggir á tann sjálvbodna ES-leistin, sum varð útgivin í desember 2024. Tað, at frágreiðingin er á sama støði sum hjá fyritøkum í ES, tryggjar, at hann kann nýtast í samskifti við altjóða áhugabólkar, og tá ið tøl skulu latast øðrum fyritøkum.

Í leistinum eru 37 yvirskipað lyklatøl, ið fevna um umhvørvi, sosial viðurskifti og leiðslu.

Tá ið fyrsta frágreiðingin skal gerast, er skilagott at byrja í smáum og velja nøkur fá, men viðkomandi lyklatøl at arbeiða við í fyrstu syftu. Tá ið fyritøkan er komin í gongd við arbeiðið, er tað munandi lættari at tillaga komandi frágreiðingar og leggja fleiri lyklatøl afturat.

Ein ársfrágreiðing um burðardygd er gott amboð hjá fyritøkum til at skipa og menna arbeiðið við burðardygd. At fyritøkur kunnu skjalfesta, hvussu burðardyggar tær eru, kann millum annað ávirka áhugan at keypa vørur ella tænastur frá fyritøkuni og ávirka fíggingartreytir og áhugan hjá starvsfólki at arbeiða í fyritøkuni.

Leisturin er gjørdur í Word, so tað er lætt hjá fyritøkum at fylla sína egnu frágreiðing út beinleiðis í skjalið. Leisturin verður regluliga mentur, soleiðis at hann nøktar tørvin hjá fyritøkum og fylgir ES-reglum.

Talan er um aðru útgávu av leisti, sum Vinnuhúsið hevur ment til burðardygdarfrágreiðingar. Fyrsti leistur kom út í 2023 og fevndi um 14 lyklatøl.

Tak leistin niður her.

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios