Nýskipan av skattaskipanini, arbeiðsmarknaðurin og fólkavøkstur

17. mai. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ársfrágreiðingin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er nú tøk.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði gjár 16. mai ársaðalfund sín. Sitandi nevnd heldur eftir aðalfundin óbroytt fram við Bergi Poulsen sum formanni og Høgna Hansen sum næstformanni.

Í ársfrágreiðing felagsins verður serligur dentur lagdur á trý viðurskifti, har serligar avbjóðingar eru: nýskipan av skattaskipanini, avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum umframt fólkavøkstur og tilflyting.

Nýskipan av skattaskipanini
Føroyska skattaskipanin varð broytt fyri umleið 1½ ári síðani, men enn er ikki komið á mál.

Tað er neyðugt við eini umfatandi nýskipan av skattaskipanini. Henda umskipan eigur at hava til endamáls at minka um lønarskattin, soleiðis at vit standa okkum betri í kappingini um dugnaligu arbeiðsmegina, og at tað gerst meira hugaligt at arbeiða meira. Hetta merkir, at serskattaskipanir mugu strikast, og umhugsast má at leggja skatt á annað enn arbeiðið.

Avbjóðingar á arbeiðsmarknaðinum
Føroyski arbeiðsmarknaðurin stendur yvirfyri stórum avbjóðingum.

Trupult er at kappast um arbeiðsmegina, sum er sera flytfør, og sum fær skattligan fyrimun av at arbeiða uttanlands heldur enn at arbeiða í Føroyum. Samstundis hava føroyskar fyritøkur ikki møguleikan til frítt at seta útlendska arbeiðsmegi í starv.

Tað er alneyðugt, at politiska skipanin tekur hesar spurningar upp og tryggjar føroyskari vinnu atgongd til arbeiðsmegina – fyrst og fremst tað føroysku, men eisini til útlendska arbeiðsmegi. Gera vit ikki tað, er vandi fyri, at serliga handverksvinnan minkar enn meira, og at útbúgvingin av lærlingum í ringasta føri steðgar upp.

Fólkavøkstur og tilflyting
Fólkavøkstur og tilflyting er eitt evnið, sum hevur verið nógv umrøtt seinasta árið. Arbeiðsbólkur hevur latið frágreiðing um heildarætlan fyri fólkavøkstur og tilflyting, men enn eru neyðug átøk ikki sett í verk fyri at náa endamálinum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tey átøk, sum ikki hava stórvegis kostnað við sær, eiga at verða framd beinanvegin, og at ein raðfesting eigur av verða gjørd av restini. Somuleiðis fer Føroya Arbeiðsgevarafelag at heita á limirnar um at stuðla upp undir heildarætlanina.

Ársfrágreiðingin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag 2012 er tøk her.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)