Nýtt rundskriv og innkeypsportalur eitt framstig

07. oktober. 2013 | Áskoðan

Nýggi innkeypsportalurin er eitt framstig, men enn eru vit ikki komin á mál metir Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fíggjarmálaráðið hevur 1. oktober sett í gildi nýtt rundskriv um alment innkeyp, sum er galdandi fyri alt innkeyp hjá landinum, undantikið byggiverkætlanir. Samstundis er ein nýggjur innkeypsportalur tikin í nýtslu, har innkeyp yvir 800.000 kr., við ávísum undantøkum, verða lýst sum almenn útboð.

Tað er at fegnast um, at tað almenna nú tekur uppgávuna í álvara at fáa skipað almenna innkeypið betri. Nýggja rundskrivið ásetur m.a., at almennu stovnarnir og aðalráðini, í sambandi við útboð, skulu lýsa krøvini til vøruna ella tænastuna gjølla, og krøv verða eisini sett til mannagongdir, tá vørur ella tænastur verða bjóðaðar út. Hetta hevur verið hart tiltrongt.

Eisini er tað gleðiligt, at landið nú hevur valt at skipa eitt tvørgangandi toymi, ið hevur royndir og førleika at ráðgeva um innkeyp og útboð. Tað er stórur munur á, hvussu royndir ymisku stovnarnir og ráðini eru í samband við at fyrreika útboð og alment innkeyp annars, og tá kunnu royndirnar frá hesum toyminum verða ein stór hjálp.

Nýggja rundskrivið er tó ikki uttan lýti heldur. Føroya Landsstýri mælti í sínum innkeyps- og útboðspolitikki til at seta sum krav, at almennir stovnar og ráð við jøvnum millumbilum gjøgnumganga sínar uppgávur og meta um, hvørjar uppgávur eru egnaðar at bjóða út. Úrslitið av hesari gjøgnumgongd skuldi so almannakunngerast.

Hetta tilmæli sæst tó ikki aftur í nýggja rundskrivinum, og tað er stórt spell. Tað er eingin ivi um, at fleiri av teimum uppgávum, sum almennir stovnar og aðalráð í dag sjálvi røkja, við fyrimuni kundu verið bjóðaðir út til privatar veitarar at røkja. Ein stórur partur av teimum vørum, sum tað almenna hevur tørv á, verða í dag keyptar frá privatum veitarum, men tá tað kemur til tænastur, er tað nógv meira avmarkað. Tað er tí tørvur á at broyta hugburðin hjá tí almenna, so tað at keypa ein tænastu uttanfyri húsið skal verða líka náttúrligt, sum at keypa eina vøru. Og eitt krav um, at almennir stovnir við jøvnum millumbili skulu meta um sínar uppgávur, kundi verið við til at ment henda hugburð.

Samanumtikið er nýggja rundskrivið tó eitt stig á røttu leið, og so er bert at vóna, at tað sum enn vantar kemur við tíðini.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737