Fm Fyri Handverk
Føroya Handverksmeistarafelag

Nýtt undirvísingartilfar um burðardygd í byggivinnuni

10. mars. 2025 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Føroya Handverksmeistarafelag fegnast um, at undirvísingartilfarið Skills4Reuse nú er tøkt á føroyskum

Skills4Reuse er ókeypis undirvísingartilfar, sum er ætlað yrkisskúlum í Norðurlondum. Tilfarið hevur verið tøkt á seks ymiskum málum, og í februar varð nýggj útgáva almannakunngjørd á føroyskum eftir áheitan frá yrkisskúlum í Føroyum.

At undirvísingartilfarið nú er tøkt á føroyskum er úrslitið av norðurlendskum samstarvi, sum hevur til endamáls at styrkja førleikarnar hjá næmingum og lærlingum í burðardyggari bygging og at leggja størri dent á endurnýtslu av byggitilfari.

Tilfarið setur sjóneykuna á burðardygd og grønar loysnir í byggivinnuni, og næmingar og lærlingar fáa kunnleika til endurnýtslu av tilfari, umhvørvisvinarligt byggitilfar og at minka um spill. Hetta kemur at styrkja arbeiðið við at skapa eina grønari byggivinnu í Føroyum.

Marius Thomassen, ráðgevi hjá Føroya Handverksmeistarafelagnum, fegnast um nýggja undirvísingartilfarið:

Eg eri sera fegin um, at undirvísingartilfarið nú er tøkt á føroyskum. Hetta ger tilfarið meira atkomuligt og viðkomandi, og vit vænta, at tað fer at økja um fatanina og áhugan hjá næmingum og lærlingum fyri burðardyggari bygging, samstundis sum tað fer at fyrireika tey til framtíðar avbjóðingar og møguleikar, tá ið tað kemur til at finna grønar loysnir.

Føroya Handverksmeistarafelag metir, at hetta er eitt stórt framstig fyri vinnuna sum heild, og við hesum stigi taka Føroyar eitt týðandi fet móti burðardyggari bygging.

Les meira um Skills4Reuse á føroyskum her.

Netverk um burðardygd
At arbeiða við burðardygd kann tykjast krevjandi, og ofta hava fyritøkur somu avbjóðingar á hesum øki. Tí kann tað vera stórur fyrimunur at netverka um burðardygd, har fyritøkur samstarva, deila vitan og læra frá hvørjum øðrum.

Tað er júst tað, sum endamálið er við netverkinum Varandi Vinna, sum Vinnuhúsið hevur sett á stovn. Longu nú eru 31 fyritøkur við í netverkinum, og pláss er fyri fleiri. Netverkið er opið fyri øllum fyritøkum, sum annaðhvørt eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella limir í øðrum arbeiðsgevarafelagi.

Les meira um Varandi Vinnu her.

Mynd: Kateryna Vishchak Joensen

Annað á breddanum

  1. Rúmligur arbeiðsmarknaður krevur samstarv

    Fólk við skerdum arbeiðsføri kunnu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum, um arbeiðspláss og skipanir spæla saman

    07. september. 2026 | Burðardygd
    20260902 121419634 Ios
  2. Semja um nýggjan sáttmála fyri flogteknikarar

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá føroyskum flogteknikarum

    07. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja
  3. Vitlíki, nýggj tøkni og geopolitiskur spenningur

    Á Vinnudegnum greiðir Christina Boutrup frá, hvussu vitlíki, nýggj tøkni og geopolitiskur spenningur broyta vinnulív og altjóða kapping

    31. august. 2026 | Almenn tíðindi
    Profilmynd Christina Boutrup