OECD atfinningar móti norsku skúlaskipanini

24. februar. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

NAV boðar frá tiltøkum orsakað av hesum

Arbeiðsmarknaðurin fyri ófaklærd er í fríum falli. Tað er avgerandi at fáa ungdómin ígjøgnum víðari upplæring, og eg haldi, at vit skulu innføra 13 ára tvungna skúlagongd í staðin fyri tey 10 árini, sum vit nú hava. Vit eru noydd at skipa okkara skúlagongd øðrvísi. Vit eru noydd at finna hættir at gjøgnumføra víðari skúlagongd úti í fyritøkum”, sigur stjórin í norska NAV (Arbeids- og velferdsforvaltninga), Bjørn Gudbjørgsrud.

Nýggjastu NAV tølini vísa, at 1793 persónar, sum eru yngri enn 19 ára gomul, fingu í fjør stuðul tí tey ikki ganga í skúla. “Eingir næmingar, sum eru givnir ov tíðliga í skúlanum, eiga at fáa einstaklingastuðul. Teir mugu upp um morgunin og luttaka í arbeiðsmarknaðinum”, sigur hann.

Stjóri fyri arbeiðsmarknaðarpolitik í NHO (Næringslivets Hovedorganisasjon), Svein Oppegaard, sigur, at stjórin í NAV váttar júst tað, sum NHO hevur sagt leingi, og sum eisini var á skránni á árligu ráðstevnuni hjá NHO í januar. “Eitt av okkara uppskotum til at broyta útbúgvingarpolitikkin er ein triðji vegur til tess at sleppa undan, at ung fella uttanfyri arbeiðslívið. Vit er glað fyri, at hetta nú verður tikið í álvara”, sigur hann.

Leiðarin í Dagens Næringsliv nevnir eisini lítið hugaligu tølini í OECD-frágreiðingini og vísir á, at eitt tað mest álvarsliga, sum kemur fram í frágreiðingini er, at útbúgvingarstøði í Noreg er lækkað í árunum 2000 til 2011. Í 2000 høvdu 85 procent av íbúgvunum í Noreg útbúgving á støði við víðarigangandi skúla ella hægri, meðan hetta talið bert var 82 procent í 2011. Hetta er lutvíst orsakað av fráfallinum á víðarigangandi útbúgvinunum og serliga hjá teimum, sum hava valgt yrkisútbúgvingar. Serliga er hetta galdandi fyri dreingir.

Leiðarin í Dagens Næringsliv vísir eisini á, at tey, sum ikki gera eina útbúgving lidna, eru fýra ferðir hægri vanda fyri at gerast arbeiðsleys. Um arbeiðsloysið heldur á, hækka møguleikarnir fyri forsorgarhjálp. Hetta er bæði dýrt fyri samfelagið og er ein persónligur sorgarleikur fyri tey, sum tað rakar.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737