OECD frágreiðing til nýtslu

11. apríl. 2011 | Tíðindi | Útbúgving og gransking

OECD hevur gjørt eina greining av møguleikunum í sokallaðu NORA-regiónini. Gott initiativ, sum NORA hevur tikið og gott upplegg til kjak til okkara, sum liva í økinum.

NORA, sum arbeiðir við at fremja samstarv og menning í Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Strandanoregi, hevur latið OECD ( Organisation for Economic Developement) gera eina økisgreining av NORA-regiónini. Frágreiðingin var løgd fram seinastu viku í Keypmannahavn.

Frágreiðingin vísir á avbjóðingar og møguleikar, sum liggja í NORA- økinum.

Størsta einstaka avbjóðingin fyri øki sum heild er, at tað líðir undir fólkaflyting og sokallaðum  “braindrain” . Fólki flytur frá útjaðaranum til størri býir nærhendis  ella í grannalondunum.

Men ikki er at falla í fátt. OECD greiningin vísir á fleiri áhugaverdar vegir at fara, fyri at tryggja fleirtáttan av búskapunum í NORA økinum, og á hendan hátt at halda uppá íbúgvarnar í økinum og fáa fleiri at búseta seg her.  Av økjum, sum OECD heldur eru skilagóð at leggja seg eftir, er útbygging av infrastrukturinum innan og millum økini í regiónini, menning av ferðavinnuni, størri gagnnýtsla av kunningartøkni, burðardygg umsiting av náttúrutilfeinginum, gransking og menning innan økir har vit hava vinnuligir og mentanarligir fyrimunir, samstarv millum økini fyri at gagnnýta avmarkaðu fíggjarligu orkuna, sum økini hvør í sínum lagi hava og so framvegis.

Frágreiðingin  greinar eisini NORA-regiónina hagtalsliga og gevur tískil grundleggjandi fortreytir fyri einum hollum kjaki og seinni støðutakan til konkret átøk, sum kunnu gerast øllum økinum at frama. Somuleiðis gevur frágreiðingin okkum vitan um, hvussu Føroyar standa seg innan ymisk økir í mun til restina av NORA-økinum.

Alt í alt eitt amboð til okkara at brúka komandi tíðirnar til at taka støður, sum kunnu betra um okkara kappingarføri um virðismiklasta tilfeingi - nevniliga fólkatilfeingi.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)