OECD: lækkið rentuna og skattirnar

01. desember. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Eurorentan skal niður á 2,0 pct. og rentan í USA niður í 0,5 pct.

Ídnaðarlondini skulu lækka renturnar og skattirnar enn meira, um tær negativu avleiðingarnar av kreppuni skulu minkast.

Undir vanligum umstøðum eru pengapolitisk inntriv at fyritrekkja fram um fíggjarpolitisk inntriv, tá ynski er at skapa búskaparstabilitet á makro støði. Sambært hálvársrapportini hjá OECD, er ikki talan um vanligar umstøður.
Sambært OECD fara í 2009 teir størstu búskapirnir í heiminum at uppliva búskaparliga afturgongd, ið fer at hava við sær, at milliónir av fólkum vera arbeiðsleys.
Ongin vøkstur enn
”Gaman í hava politisk inntriv/tiltøk avmarkað ein ávísan panikk, men tann búskaparliga óvissan er óvanliga stór, og búskaparvøksturin fer í besta føri at byrja aftur í øðrum hálvárið 2009”, greiður OECD frá.
Øll 30 OECD londini, írokna Danmark, fara at uppliva fallandi búskaparvøkstur í 2009 svarandi til 0,4 pct. móti einum vøkstri á 1,4 pct. í ár. Heimsins størsti búskapur, USA, fer at merkja eina afturgongd uppá 0,9 pct. Í 2009.
Loysnin er skattalækkingar
OECD hevur vanliga havt ta áskoðan, at stjórnir í krepputíðum eiga at seta ferð á búskapin gjøgnum almennar íløgur í m.a. infrakervi, men í verandi støðu metir OECD, at ein betri loysn er, um hetta verður gjørt gjøgnum skattalækkingar.
Evropa samveldi hevur júst almannakunngjørt eina ætlan í sambandi við kreppuna, ið hevur til endamáls at fáa ferð á búskapin. Stórabretland hevur júst kunngjørt, at MVG-satsurin verður settur niður frá 17,5 til 15 pct. í eini ætlan at fáa ferð á privatnýtsluna. Í USA hevur tann komandi forsetin Barack Obama heitt á, at ein hjálparpakki, ið hevur til endamáls at skapa meira enn tvær milliónir nýggj størv, verður innførdur.
Rentan skal eisini lækkast
OECD hevur ta áskoðan, at tann amerikanski tjóðbankin um neyðugt eigur at lækka rentuna við 0,5 prosentstigum til 0,5 prosent í byrjanini av 2009. Tann evropeiski tjóðbankin eigur at lækka rentuna frá 3,25 til 2,0 pct, meðan Bank of England eigur at lækka rentuna frá 3,0 til 2,0 pct.
Kelda: JyllandsPosten

Annað á breddanum

  1. Smyril Line er Ársins Virki 2026

    Fyritøkan verður heiðrað fyri góð úrslit, stórar íløgur og miðvísa endurnýgging

    18. september. 2026 | Almenn tíðindi
    M6w7qdpm Untitled Panorama 2
  2. Ress Spa er Vinnuátakið 2026

    Átakið verður heiðrað fyri at hava skapt eina serstaka uppliving við føroysku náttúruni sum einum týðandi parti av hugskotinum

    18. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Qdhlqlk Vinnudagurin 2026 CO Web 003
  3. Seinasta freist at melda til Vinnudagin er í dag á midnátt

    Enn eru nøkur pláss í Norðurlandahúsinum og til veitsluna aftaná

    15. september. 2026
    VD26 Industry Tidindi 1230X768